Rás2 sigur frá B36-NSÍ og AB-Víkingur

Sendingin byrjar klokkan 14.30

Í dag sunnudagin 9. august sigur Rás2 frá tveimum effodystum.

 

Tróndur Arge sigur frá B36-NSÍ, sum byrjar klokkan 15, og frá AB-Víkingur, sum byrjar klokkan 17.15. Vit fara gjøgnum holl heimildarfólk at fylgja gongdini í dystunum FC Suðuroy-TB og ÍF-EB/Streymur, sum báðir byrja klokkan 15.

 

Sendingin byrjar klokkan 14.30. John Andersen (NSÍ) ogBogi Simonsen (B36) koma ígjøgnum til eitt fjepparaprát fyrst. Vit fara at práta við umboð fyri øll liðini, sum hava verið í leiki í dag.

 

Vinningurin til besta smsið, sum kemur inn á 559999 eru tvey atgongumerki til steypafinaluna NSÍ-Víkingur. Tað ber til at lurta á www.midlar.fo :