Rás2 hittir fyrsta føroyingin á Facebook

Rás2 hevur seinnapartin samrøðu fyri fyrsta føroyingin, sum skrásetti seg á Facebook

Hann búði í sama bygningi sum Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg á Harvard lærustovninum í USA. Hann fekk profil á Facebook nakrar dagar eftir, at Facebook var farið á innanhýsis net á Harvard í februar 2004. Og hann er vinur við ein annan av Facebook-stovnarunum. Seinnapartin í dag tosar Rás2 við fyrsta føroyingin á Facebook.

Í morgin fyllir Facebook – heimsins størsta sosiala netverk – 10 ár, og í ”Rás2 seinnapartur” í dag verður gjørt burturúr hesum jubileum.

”Facebook 10 ár – skulu vit feira ella syrgja dagin?” er heitið á temanum, har tosað eisini verður við mann, sum tilvitað hevur valt Facebook frá, serfrøðing um atferð á Facebook og samskiftisfólk um tað góða og minni góða við sosiala netverkinum.

Alt kann hoyrast í sendingini ”Rás2 seinnapartur” í dag millum kl. 13 og 17.