Írar skulu aftur á fólkaatkvøðu næsta ár um tann seinasta ES-sáttmálan - tann sokallaða Lissabon-sáttmálan Sami sáttmáli var til fólkaatkvøðu í Írlandi í summar, men tá vrakaði meirilutin av veljarunum hann.
Enn hevur írska stjórnin ikki ásett dagin, nær fólkaatkvøða verður, men fjølmiðlarnir vænta, at tað verður næsta heyst.
Lissabon-sáttmálin kemur ikki í gildi, fyrr enn øll tey 27 ES-londini hava staðfest enn.