Eitt ferðsluóhapp hendi í Leirvík um níggjutíðina í gjárkvøldið. Meðan møti var í Missiónshúsinum í Leirvík, spældu nógv børn uttan fyri húsið.
Ein bilur kemur koyrandi framvið, og brádliga rennur ein smágenta út á vegin og rennur á bilin.
Løgreglan veit ikki at siga, hvussu álvarsamur skaðin var, uttan tað, at gentan varð flutt við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið .