Rættartrygdin fokin

Fyri 2010 vistu øll feløg innan allan fiskiskap hvønn rætt og og hvørji rættindi, ið tey høvdu, og tískil eisini hvørjum reglum í lógini tey vóru fevnd av. Í 2010 kom Fiskimálaráðið við nýggjari útlegging av lógini, sum endavendi allari fyrisiting. Útleggingin er í stríð við alt tað, sum ráðið helt og gjørdi frammanundan. Alt hetta er hent, uttan at løgtingið hevur broytt ein bókstav … 

 

 

Í 16 ár – frá 1994 til 2010 – hevur fyrisitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap ligið í føstum kørmum. Lógin hevur skipað tvey sløg av viðurskiftum, nevniliga søgulig viðurskifti, og so tey viðurskifti sum liggja uttanfyri tað søguliga (royndarfiskiskapur, fiskiskapur í samband við undirvísingar- og/ella menningarætlanir og veiða úr nýggjum stovnum).

 

Við lógini í 1994 krøkti løgtingið øll veiðiloyvir frá 1993 og alt tilfeingið saman sum lunn-indir hjá bólkum av feløgum. Útgangsstøðið fyri hesi køking var søguligur fiskiskapur, grundaður á leiðir, fiskisløg og reiðskap. Løgtingið gjørdi ymiskar skipanir fyri ymisk til-feingið og leiðir. Hesi viðurskifti skuldu sum útgangspunkt vera galdandi í 20 ár.

 

Útgangsstøðið í allari fyrisiting hevur verið rættindi (t.e. kvotur, fiskidagar v.m.) hjá einstaka felagnum saman við veiðiloyvinum á einstaka fiskifarinum. Tískil hava rættindi saman við ítøkiliga veiðiloyvinum verið avgerandi fyri rættarstøðuna hjá einstøku felagnum. Hetta varð galdandi bæði í og uttanfyri føroyskt sjáøki.

 

Hóast lógarbroytingar - størri og smærri - á hvørjum ári, so varð tað á hesum grundarlagi sum fyrisitið hevur verið í 16 ár, og á hesum grundarlagi hava feløg tillagað seg. Øll, sum fingust við fiskskap, vistu hvørji rættindi, ið tey høvdu, og tískil hvørjum reglum í lógini, tey vóru fevnd av.

 

Inntil 2010! 

 

 

Ljóðleys frontaluppgerð við løgtingið

Í 2010 kom Fiskimálaráðið við nýggjari útlegging av lógini, sum endavendi allari fyrisiting og gjørdi upp við 16 ára praksis.  

 

Síðani tá hava tað ikki verið ásetingar og allýsingar í lógini, sum hava verið avgerandi fyri rættarstøðuna hjá einstøku aktørunum. Nú er tað landsstýrismaðurin, sum – grundað á metingar hjá fyrisitingini í Fiskimálaráðnum – bæði skilgreinar, ásetir og útlutar rættindi og  køkir rættindi og veiðiloyvir saman. 

 

Síðani 2010 hava tískil eingi feløg vita hvønn rætt og rættidni, ið tey hava, og tískil heldur ikki eftir hvørjum reglum í lógini tey eru fevnd av.

 

Útleggingin er ein frontaluppgerð við fundamentið í lógini um, at: ”Løgtingið setur karmar í lógarformi, sum heimila landstýrinum at gera tey neyðugu tiltøkini og taka tær einstøku umsitingaravgerðirnar, so at endamálini í hesi lóg verða rokkin.” (Løgtingstíðindi 1993, s 387).

 

Nýggja útlegging Fiskimálaráðsins av lógini hevur beinleiðis avlagað øll viðurskifti innan føroyska fiskivinnu,  og hetta er hent, uttan at løgtingið hevur broytt ein bókstav … 

 

 

Fyrisiting ella lóggáva?

Grundarlagið undir nýggju fyrisiting ráðsins er ein brádliga uppstaðin uppfatan í ráðnum av heimildum í lógini. Hóast aldri nevnd, aldri viðgjørd og aldri nýtt, so hevur – sambært Fiski-málaráðnum – ligið ein heimild í lógini hjá landstýrismanninum at skúgva til viks allar aðrar ásetingar og allýsingar í lógini, ein sokallað generalheimild, ið heimilar nærum øllum, grundað á metingar í Fiskimálaráðnum.Ásetingin, sum Fiskimálaráðið vísir til, hevur okkum kunnugt ongantíð verið viðgjørd í Løgtinginum við atliti til at verða ein generalheimild.

Viðgerðir og ítøkiligar avgerðir  eru nú  grundaðar á metingar í ráðnum, meðan súlurnar, sum eru allýstar í lógini – tilfeingið, fiskirættindir, veiðiloyvir, skipabólkar, skipanir og fiskiloyvir v.m. – eftir hetta bert hava tann týdning, sum Fiskimálaráðið grundað á metingar avger, at tær skulu hava. 

Heimildir í lógini at ”gera reglur um” ávís ítøkilig viðurskifti vórðu brádliga ein breið heimild at skipa øll viðurskifti. At ”gera reglur um” er ikki longur smíðan av neyvari almennum reglum um ymisk ítøkilig viðurskifti, sum eru grundfest í lógini, men ein heimild at taka beinleiðis avgerðir uttanalmennar ella ítøkiligar reglur yvirhøvur.

Fyrisitingin hevur við hesum tulkað seg fram til heimildir, ið eru truplar at fáa eyga á í lógini, og sum tískil eru fyri lóggávu at rokna. Fyrisitingin av uppisjóvartilfeinginum í føroyskum øki 2010-2014 er talandi dømi, hvussu nýggja uppfatanin verður útint í verki.

 

 

Óavmarkaða heimild, men bundin kortini

Ongantíð áður – sum man veit um at siga – hevur størri fiskatilfeingi svomið í føroyskum sjóøki enn seinastu árini. Og ongantíð áður hevur verið landað fyri størri upphæddir, fiskað í føroyskum sjóøki, enn árini síðani 2010.

 

Samstundis við hesum veruleika, so hava botnfiskastovnarnar, serliga toskur og hýsa, ongantíð – sum man veit um – verið verri fyri enn nú, og feløgini, sum varða av hesum partinum av heimaflotanum, hava tískil undir einum ongantíð verið verri fyri enn seinastu árini. 

 

Hóast henda veruleika fór fyrisitingin í Fiskimálaráðnum í 2010 undir eina tilgongd at skipa nýggj rættindi og nýggjan fiskiskap í føroyskum sjógvi uttan at taka hædd fyri katastrofalu støðuni hjá botnfiskastovnunum á  føroyska landgrunninum.

 

Við ný(upp)funnu generalheimildini letur landsstýrismaðurin í 2010 hurðarnar til føroyskt sjóøki standa víðopnar fyri feløgum, veiðiloyvum og stáli - óansæð í hvørjum fiskiskapi ella hvar á klótuni hesi høvdu sítt virki. 

 

Landsstýrismaðurin við ‘óavmarkaða heimildini’ noktar samstundis feløgum við veiðiloyvum til føroyskt sjóøki, sama møguleika; tað ger hann við tilvísing til vantandi heimildir. Í fimm ár hevur landsstýrismaðurin sostatt reelt avskorið stóran part av øllum feløgum innan føroysku botnfiskaveiðuna atgongd til nýggj rættindi í føroyskum sjógvi. 

 

 

Fiskimálaráðið í andsøgn við seg sjálvt

Nýggja uppfatanin er í andsøgn við alt tað, sum Fiskimálaráðið sjálvt við jøvnum millum-bilum hevur borðreitt við í 16 ár – bæði í fyrisitingarligum praksis og í tí, sum Fiskimálaráðið hevur lagt fyri løgtingið, antin í sambandi við almenn orðaskifti ella lógaruppskot. 

 

Nøkur fá dømi eru nóg mikið at lýsa, at talan er um eitt fullkomuligt umskifti í mun til ta uppfatan og tann praksis ráðið hevði undan 2010:

 

- Í 1997 varð sýtt einum felagi at fiska av føroyskari ES-kvotu í grønlendskum sjógvi grund-að á vantandi lógarheimild. Grundgevingin var átekningin ‘II i’ (t.e. veiða í altjóða sjógvi) í veiðiloyvinum hjá fiskifarinum og tann ræðisavmarking, sum samsvarandi hesum var lýst í skipsskeytin

 

- Í 1998 skuldi ein ítøkilig lógarheimild til fyri – hjá landstýrismanninum – at broyta ávísar ásetingar í ávísum veiðiloyvum

 

- Í 2007 staðfesti Fiskimálaráðið sjálvt, at tað ikki hevði heimild at seta eina og hvørja treyt í eitt fiskiloyvi

 

- Einki veiðiloyvi II (t.e. veiða uttan fyri føroyskt sjóøki) hevur útint fiskiskap í føroyskum sjóøkið fyri 2010 (grein 20 og 21 fiskiskapur undantikin

 

- Eingi fiskiloyvi eru útskrivað fiskifari í føroyskum sjóøki fyri 2010 uttan at samsvar hevur verið millum ásetingar í einstaka veiðiloyvinum og sjálvan fiskiskapin (undantikið er fiskiloyvi til fyribils og avmarkað rættindi og fiskiloyvi til grein 20 og 21 fiskiskap)

 

 

Nýggja uppfatanin ein blanko-kekkur til fiskimálaráðharran

Við nýggju uppfatanini hevur fiskimálaráðharrin saman við fyrisitingini seinastu árini havt frítt at plaserað virðir fyri milliardir til avís feløg at troyta. Hesi feløg skulu lúka treytir, sum Fiskimálaráðið setur, grundað á metingar. Treytirnar eru ymiskar frá einum felagi til annað og tær eru ymiskar frá einum ári til annað!

 

Samanbera vit – grundað á fólkatal – so svarar hettar til, at fyri hvørja milliard, sum Fiskimálaráðharrin hevur býtt út, so skuldi Dan Jørgensen í Danmark býtt út virðir fyri 100 milliardir krónur, svenski Sven-Erik Bucht fyri 200 milliardir krónur og bretski George Eustice fyri 1.000 milliardir krónur.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini grundgivið alment fyri, hví tað er skilagott at býta milliardavirðir út til ávísar aktørar.

 

 

Fiskimálaráðharrin: ”Vinnan velur seg sjálva út í fríari kapping”

Men fiskimálaráðharrin tosar við tveimum tungum. Samstundis sum hann býtir út, so sigur fiskimálaráðharrin, at tað eru heilt aðrar mekanismur, ið gera av, hvussu ymisku aktørarnir eru fyri: 

Tá man tosar um manglandi rættartrygd og manglandi reglar, jamen so arbeiðir fyrisitingin og landstýrismaðurin eftir grundleggjandi rættarreglum – altíð[…] Teir aktørarnar, sum eru í vinnuni í dag, havi hvørki eg valt út ella nakar av teimum, sum sita her. Teir hava valt seg sjálvar út í fríari kapping í vinnuni, og tí eru teir her í dag. Hvørki eg ella nakar annar hevur valt teir út. Teir hava valt seg sjálvar út.” (fiskimálaráðharrin á pallborðsfundi í Klaksvík 19. februar 2014).

Hvat liggur aftanfyri villleiðandi útsagnir fiskimálaráðharrans, kunnu vit bert gita um, men avleiðingin er greið: Tey feløg ella bólkar av feløgum, sum fiskimálaráðharrin seinastu árini beinleiðis hevur útvalt sum móttakarar av munandi uppisjóvarrættindum, hava – heilt ella partvíst – yvirtikið ella keypt upp stóran part av feløgum við botnfiskarættindum á føroysku landleiðunum.  

 

 

Fiskimálaráðið hevur mistikið seg fyrr... 

Fiskimálaráðið hevur áður roynt seg við tulking, ið var átøk lóggávu. Í 1998 gav løgtingið landsstýrismanninum lógarheimild til at strika ásetingina ‘I e’ í veiðiloyvunum hjá ídnaðartrolarunum (veiða eftir hvítingsbróðuri í føroyskum sjógvi). Brúkti hann heimildina at strika rættindi í veiðliloyvunum, so skuldi endurgjald latast. 

Landstýrismaðurin nýtti heimildina, men fyrisitingin í Fiskimálaráðnum fór uppaftur longur og víðkaði – av sínum eintingum – hesa heimild til at galda alla ídnaðarveiðu (ikki bert eftir hvítingsbróður) hjá hesum bólki af fiskiførum í føroyskum sjógvi.

Hettar bleiv framt í verki við at áseta eina treyt í fiskiloyvini hjá ídnaðarskipunum, ið ásetti, at tey bert kundi fiska til matna í føroyskum sjóøki. Sama treyt varð ikki sett øðrum skipum í sama fiskiskapi. Í átta ár á rað varð henda treytin sett hesum fiskiførum og harvið teimum feløgum, sum varðaðu at hesum fiskiførum. 

Men uppfatanin var skeiv og treytin ólóglig! Tað stendur ósvarað, hvørt tað var hendan óheimilaða treytin frá fyrisitingini, sum hevði við sær, at allur ídnaðarflotin skifti hendur.

 

 

Vanheimild í tryggar karmar?

Spurningurin er, um Fiskimálaráðið við nýggju uppfatanini í 2010 enn eina ferð hevur vassað ov djúpt, so at hetta er søgan um ídnaðarflotan umaftur – bara í heilt øðrum dimensiónum …  

 

Er Fiskimálaráðið um at koma eftir, at tað hevur mistikið seg í síni útlegging av lógini? Ella uppaftur verri: Kennir ráðið á sær, at ein tilætlað mistulking er um at at koma fram í ljósið? Um so er, gongur so fiskivinnunýskipanin, sum arbeitt hevur verið við handan stongdar dyr í seinastuni, so bert út uppá at leggja lógloysið í tryggar lógarkarmar …?

 

Øll – allir aktørar eins og allir borgarar landsins – hava krav uppá eitt greitt svar. Ein nýskipan av fiskivinnulóggávuni er einki svar í sær sjálvum. Um talan er um grundleggjandi broytingar í mun til ta skipan, sum verið hevur, so er tað so mikið meiri umráðandi, at alt verður lagt fram í ljósið. Tað er lítið sømiligt um ein meiriluti samtykkir eitt uppskot í óðum verkum, sum skapar varandi ónøgd – ikki um at tala, um broytingarnar eru av slíkum slag, at ikki vendist aftur.

 

Meðan bíðað verður eftir hesum svari, so royna vit sum frægast – fyri at svara hvørjum sítt – at fiska av tí, sum sambært fiskifrøðini ikki er til og tískil sambært endamálunum í lógini skuldi verið friðað …

 

 

Vegna MÚ

Absalon í Buð               

Auðunn Konráðsson                

Óli Jacobsen                      

Sámal Debes

Joen Jakku Winther                              

Johannes Mikkelsen                           

Sonni Johannessen