Ráðgevarafelagið gjørt veitaraskrá

Ráðgevarafelagið, sum er vinnugreinafelagið hjá ráðgevandi verkfrøði- og arkitektavirkjum hevur gjørt eina veitaraskrá.

Ráðgevarafelagið, sum er vinnugreinafelagið hjá ráðgevandi verkfrøði- og arkitektavirkjum hevur gjørt eina veitaraskrá.

 

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.

 

Grundað á eftirspurning frá byggiharrum og øðrum, sum hava tørv á veitingum frá rágevandi verkfrøðingum og arkitektum, hevur Rágevarafelagið gjørt eina veitingarskrá, sum gevur eitt yvirlit yvir, hvørjar uppgávur einstøku limirnir í felagnum kunnu veita.

 

Nevndin í felagnum vónar, at veitingarskráin verður til góða nyttu hjá teimum, sum keypa veitingar frá vinnugreinini.