Umframt at samtykkja nýtt lógarverk, verða eisini tvey onnur mál fyri á eykaaðalfundinum hjá FSF.
Bæði eru mál, sum vóru fyri á seinasta aðalfundi, men feløgini mettu tá, at meira tíð var neyðug, áðrenn støða kundi takast, og tá eykaaðalfundur kortini skuldi haldast, vórðu málini flutt.
Í øðrum førinum snýr tað seg um, hvussu raðfylgjan á liðum skal roknast, tá tað stendur á jøvnum í stigum. Her hevur reglan seinnu árini verið, at stig í innanhýsis dystum skulu vera avgerandi, men av misgávum varð tá gloymt at taka mál - og møgulig útivøllarmál við í uppgerðina. Tað vildi kappingarnevndin broyta, men samstundis kom ynski um, at lógin heldur skuldi vera eftir gamla rokniháttinum. Altso at málmunurin varð roknaður fyrst, síðani skotin mál, og ikki fyrr enn tað stendur í jøvnum í hesum, skulu innanhýsis dystir roknast. Hitt málið snýr seg um sonevnda flytingarvindeygað. Hetta skal sambært altjóða reglum ásetast, men ymsu tjóðarsambondini hava tó eina ávísa fríheit í hesum, og tað er tann spurningin, sum FSF nú skal greiða.