Rætturin til friðskjól og kanningin hjá Amnesty

Kaldir vindar blæsa inn yvir Evropa í løtuni, og alsamt harðari røddir seta spurnartekin við grundleggjandi rættindi sum t.d. rættin til friðskjól. Herfyri gjørdi Amnesty eina hugburðskanning um flóttafólk og friðskjól, sum varð kunngjørd fyri tveimum vikum síðani, og sum hevur elvt til kjak.

 

Summi hava hildið, at kanningin hevur verið “villleiðandi” og hevði til endamáls at “bóndafanga” tey, sum vórðu spurd. Talan er um eina standardiseraða altjóða kanning, sum Amnesty hevur latið gjørt í tíggjutals londum við tí endamáli at fáa innlit í, hvønn hugburð fólk hava til flóttafólk og rættin til friðskjól.

 

Øll, sum fylgja við altjóða kjakinum, vita, at rembingarnar eru stórar. Nógvir stórir flokkar á evropeiska meginlandinum ynskja at gera upp við altjóða sáttmálar og fáa í lag eina nýggja skipan, sum tryggjar londunum nationalt sjálvræði.

 

Tann grundleggjandi rætturin til friðskjól er undir trýsti og als ikki nøkur sjálvfylgja longur. Og sambært granskaranum Thomas Gammeltoft-Hansen, sum er kanningarleiðari á Raoul Wallenberg Instituttinum fyri Mannarættindi, hava vit bert sæð byrjanina til eina enn størri flóttafólkakreppu, um heimssamfelagið ikki fer at samstarva um spurningin.

 

Fleiri hava skotið Amnesty í skógvarnar, at einasta endamálið við hesi kanning er at fáa fólk at svara uppá spurningin, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki, uttan beinleiðis at seta henda spurning.

 

Fyri at beina allar misskiljingar av vegnum spurdi kanningin m.a., hvønn hugburð fólk persónliga hava til, at flóttafólk koma 1) til landið, 2) til bygdina, 3) til grannalagið, 4) inn í heimið ella 5) um tey høvdu noktað teimum at komið til landið.

 

Spurnakanningin spyr sostatt, hvat fólk halda um, at flóttafólk koma til sítt land. Í flestu londum er tað ikki ein spurningur um, hvørt flóttafólk skulu koma, men harafturímóti ein veruleiki.

 

Soleiðis er ikki í Føroyum, og henda serstøða ger, at ávís fyrivarni sjálvsagt skulu takast, tá vit brúka ein altjóða frymil og samanbera svarini við svar úr øðrum londum.

 

Kanningin kundi eisini havt spurt, um fólk taka undir við, at Føroyar fara at taka ímóti flóttafólki. Men hesin spurningurin er eisini trupul. Tí hvussu nógv tosa vit um? Nær eru vit til reiðar? Hvussu kann ein tilbúgving skipast?

 

Hetta eru spurningar, sum almenningurin ikki hevur fingið svar uppá frá almennu myndugleikunum, og tí eru fortreytirnar fyri at svara hesum spurninginum ógvuliga ógreiðar.

 

Hetta eru spurningar, sum Amnesty vil hava myndugleikarnar at viðgera sum skjótast, so vit fáa eitt betri grundarlag at kjakast um, hvussu Føroyar kunnu hjálpa.  

 

Tað finnast nógvir ymiskir hættir at hjálpa fólki, sum søkja friðskjól, og tí settu vit ikki spurningin, hvørt Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki.

 

Í staðin hevur Amnesty valt yvirskipað at spyrja, hvat fólk halda um grundleggjandi rættin til friðskjól, hvørt vit sum land skulu gera meira fyri at hjálpa, og hvussu nær fólk persónliga ynskja at koma flóttafólki. Og til allar hesar spurningarnar svaraðu føroyingar lutfalsliga jaliga.

 

 

Framvegis nógvir ósvaraðir spurningar

Fyri Amnesty Føroyar deild var endamálið við kanningini at fáa innlit í hugburðin hjá føroyingum. Hetta er viðkomandi í sambandi við, at vit í 2017 fara varpa ljós á flóttafólkaspurningin í vónini um, at almennu myndugleikarnir eisini fara at taka málið upp.

 

Endamálið er ikki at villleiða ella at grava skotgrøvir, men at skapa eitt felags innlit í evnið. Tí tað hevur týdning, alt fólkið er við í hesi tilgongd, og tað eru nógvir stórir spurningar, sum framvegis eru ósvaraðir og fyritreytir, sum eru ógreiðar.

 

Sum land eiga vit at tosa um evnið, so føroyingar betri kunnu taka støðu til spurningin í einum føroyskum samanhangi og á einum upplýstum grundarlagi.

 

Spurningarnir, sum í hesum tíðum kloyva evropeiskar tjóðir í tvey, eru bæði stórir og grundleggjandi: Skulu menniskju, sum eru offur fyri kríggi og forfylging, hava rætt til friðskjól í einum øðrum landi?

Er tíðin farin frá flóttafólkasáttmálanum hjá ST?

Hvussu skilja vit ímillum flóttafólk og økonomiskar migrantar?

Hvørja ábyrgd hava ríku vestanlondini?

Nær er markið nátt fyri, hvussu nógv flóttafólk eitt land kann taka ímóti?

Hvussu fæst integratiónin at rigga betri?

Og kunnu vit varðveita eitt trygt og ríkt vælferðarsamfelag og samstundis taka ímóti menniskjum, sum skulu integrerast bæði mentanarliga og búskaparliga?

Og hvussu steðga vit eini søguliga stórari flóttafólkakreppu í heila tikið?

 

Tað finnast í høvuðsheitum tvey sløg av flóttum í heiminum. Tann eini bólkurin verður róptur “spontanir flóttar” og umfatar øll tey, sum sjálvi rýma úr heimlandinum at søkja um friðskjól í nýggjum landi.

 

Hin bólkurin verður róptur “kvotaflóttar” og snýr seg um fólk, sum ST hevur skrásett sum flóttafólk, og sum vanliga sita í eini flóttalegu og bíða, inntil eitt land er til reiðar at taka ímóti.

 

Fyrimunurin við eini kvotaskipan er, at tað eru tey mest sárbæru, sum hava bráðfeingis tørv á hjálp, sum verða raðfest, og vertslondini gera av, hvørji, nær og hvussu nógv koma.

 

Trupulleikin er, at alt ov fá lond taka ímóti kvotaflóttum, og tí velja fleiri í berari neyð at tveita seg út í vandamiklar og kostnaðarmiklar ferðir tvørtur um lond og lívshættislig høv.

 

Umframt at senda meira neyðhjálp metir Amnesty, at Føroyar eiga at viðgera møguleikan at hjálpa umvegis kvotaskipanina hjá ST.

 

Og tíðin er komin til, at vit seta hol á eitt fyrireikandi arbeiði, so vit koma nærri eini ætlan um, hvat Føroyar kunnu og eiga at gera.

 

Hetta hevur verið boðskapurin hjá Amnesty í fleiri ár, ikki minst í sambandi við, at tað í fleiri samgonguskjølum hevur staðið, at útlendingamál skulu yvirtakast.

 

Amnesty meinar eisini, at spurningurin um friðskjól er viðkomandi áðrenn eina yvirtøku, tí almennir myndugleikar hava fyrr verið ógreiðir, tá vit hava spurt, hvør ábyrgdin hjá Føroyum er í løtuni.

 

Og vit kunnu ikki renna undan ábyrgdini, tá eitt menniskja stendur í Føroyum og søkir um friðskjól.

 

 

Tiltøk í 2017

Í 2017 fer Amnesty m.a. at bjóða umboðum frá Íslandi til Føroya at greiða frá teirra royndum, og geva okkum eina mynd av, hvussu fólkið er tikið við í tilgongdini.

 

Eisini fara vit at fáa serfrøðingin Thomas Gammeltoft-Hansen, sum er kanningarleiðari á Raoul Wallenberg Instituttinum fyri Mannarættindi og adjunktur við Árhus Universitet, at leggja fram hansara greining av altjóða flóttafólkakreppuni.

 

Thomas Gammeltoft-Hansen hevur nýliga skrivað eina bók um evnið, har hann m.a. grundgevur fyri sínum svari uppá, hvussu kreppan kann loysast. Eitt svar, sum hann metir bæði høgri- og vinstri vongurin kunnu taka til sín.

 

Fyrsta almenna tiltakið verður tann 23. mars eftir árliga aðalfundin hjá felagsskapinum.

 

 

Um kanningina

Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningina har fleiri enn 500 fólk eru spurd. Spurningarnir eru orðaðir eftir eini altjóða kanning hjá Amnesty, og tí kunnu tølini samanberast við hugburðin hjá fólkum í 27 londum. Í hesi samanbering eru føroyingar ímillum tey lond, sum liggja yvir miðal og í lutfalsliga stóran mun persónliga ynskja at hjálpa fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging.

 

Kanningin hjá Amnesty vísti, at føroyingar í stóran mun taka undir við (83% eru samd/partvís samd um), at fólk eiga at kunna leita sær friðskjól í øðrum londum fyri at sleppa undan kríggi og forfylging.

 

Og heili 77% eru samd ella partvís samd í, at Landsstýrið átti at gjørt meira fyri at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging.

 

Vit spurdu eisini, hvussu nær persónliga fólk vilja taka ímóti fólkum, sum flýggja undan kríggi og forfylging. Og til henda spurning søgdu 80% seg taka undir við, at flóttafólk settu búgv í Føroyum.