Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna
----
Í almenna kjakinum verður tað tikið sum ein sannroynd, at føroyskar kvinnur, allar sum ein, ynskja at arbeiða niðursetta tíð. Hetta er ikki heilt rætt. Spurningurin, ið undirritaða setti landsstýriskvinnuni í almannamálum Anniku Olsen, vísti at innan Nærverki/heimatænustana eru 20% av starvsfólkunum, ið ynskja at arbeiða fulla tíð.
Tað eru fleiri onnur arbeiðsøkir, har arbeiðið er skipað sum niðursett arbeiðstíð, serliga er tað nógvir námsfrøðingar og sjúkrarøktar starvsfólk, ið arbeiða niðursetta tíð. Hvussu nógv av hesum starvsfólkum ið ynskja at arbeiða meira enn tey fáa boðið vita vit ikki.
Støðan er ymisk kring landið
Tað er ymiskt bæði hvussu nógvar arbeiðstímar, ið starvsfólkini innan heimatænastuna arbeiða og hvussu nógv av teimum ynskja at arbeiða fulla tíð.
Ì Suðurstreymoy arbeiða tey flestu 25 tímar um vikuna og helvtin ynskir at arbeiða meira.??Í Klaksvík arbeiða tey flestu 30-36 tímar um vikuna og kanningar hjá Eldradeplinum vísa, at tað eru tey nøgd við.??Í Eysturoy arbeiða tey 25-30 tímar um vikuna í miðal og har eru bara níggju av teimum 100 starvsfólkum, sum vilja arbeiða fulla tíð.??Í Vágum og í Norðstreymoy arbeiða tey flestu 25-32 tímar í miðal um vikuna, og har eru tað bara heilt frá, sum vilja upp á fulla tíð.??Í Sandoy arbeiða tey 25-30 tímar í miðal um vikuna, men ein meting sigur, at 13% vilja hava fulla tíð.?Í Suðuroy arbeiða tey flestu 25-30 tímar um vikuna og har sigur ein meting, at eini 15-25% vilja arbeiða fulla tíð.
Avleiðingin av at arbeiða niðursetta tíð
Tað er serliga nógvar kvinnur ið ikki arbeiða fulla tíð. Hetta ger tað trupult hjá støkum uppihaldarum, ungum barnafamiljum og kvinnum við útbúgving at lívbjarga sær. Tað kann eisini verða trupult at búseta seg uttanfyri miðstaðarøki hjá hesum bólkum, um útboðið av størvum bert eru størv við niðursettari tíð. Ein kvinna, ið júst hevur lokið eina útbúgving hevur ikki ráð bert at arbeiða nakrar fáar tímar um vikuna. Tá hvørvur óivað eisini motivasjónin fyri at fáa sær útbúgving. Ein stakur uppihaldari, kann verða noydd, at arbeiða 2-3 ymisk størv fyri at seta sær eina inntøku saman, ið til ber at liva av.
Er tørvur á arbeiðsmegi
Tølini vit hava, eru sum nevnt frá heimatænastuni. Júst hetta økið hevur tørv á arbeiðsmegi og tann tørvurin er alsamt vaksandi. Heimatænastan hevur so skerda játtan, at tað í dag mangla 1400 tímar um vikuna, fyri at veita eina nøktandi tænastu. Starvsfólkini innan heimatænastuna hava ein hægri miðalaldur ann starvsfólk í øðrum vinnugreinum. Talið av eldri veksur nógv komandi árini og politikkurin er, at fólk skulu verða sum longst í egnum heimið. Allar hesar fyritreytir merkja, at tað eigur at verða møguligt, at fáa fulla tíð innan hetta øki, um ein ynskir tað.
Lægri løn og lægri eftirløn
Tað hevur ikki bert persónligar avleiðingar við sær, at ein so stórur partur arbeiðir niðursetta tíð. Samfelagsliga er tað eisini ein trupulleiki, at ein stórur partur av kvinnunum verða ein láglønarbólkur. Hesin trupulleiki gerst enn størri seinni í lívinum, tí niðursett arbeiðstíð merkir bæði lægri løn í arbeiðslívinum og munandi lægri eftirløn tá farið verður av arbeiðsmarknaðinum.
Rætt til at arbeiða fulla tíð
Tosað verður nógv um fleksiblan arbeiðsmarknað, tá ið hugsa verður um at arbeiða niðursetta tíð. Tað kann eisini verða neyðugt at hava henda valmøguleika, til dømis meðan børnini eru smá. Líka so neyðugt er tað, at vit knæseta ein rætt hjá øllum á arbeiðsmarknaðinum til at arbeiða fulla tíð. Hetta kann lata seg gera, um politiskur vilji er til tess. Javnaðarflokkurin metir, at tað hevur alneyðugan týdning, bæði fyri samfelagi og tann einstaka, at tað ið gerast kann, verður gjørt, fyri at øll fáa rætt at arbeiða fulla tíð.