Ráðstevna um vælferðargransking

Í dag og í morgin verður ein ráðstevna hildin á hotel Tórshavn um vælferðargransking í útnorðuri. Umboð fyri Ísland, Grønland og Føroyar fara at halda fyrilestrar og kjakast verður eisini um hetta evnið. Fríggjadagin verður so ein almennur pallborðsfundur, eftir at tikið er saman um ráðstevnuna

Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, greiðir frá, at endamálið vð ráðstevnuni er at fáa varpað ljós vælferðargransking.
Granskingin er býtt upp í tríggjar bólkar, sosialu, heilsu og arbeiðsmarknaðarviðurskiftini í ávíkavist Grønlandi, Íslandi og Føroyum.
? Tað er sera týdningarmikið, at vit kunnu granska hesi øki í Føroyum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Hon leggur tó afturat, at hetta ikki er grundað á nakra ítøkiliga sak, sum er komin undan kavi í sambandi við vælferðarsamfelagið.
? Vit hava eitt vælferðarsamfelag í dag, men tað ræður um at fáa lýst tað, sigur hon. Her hugsar hon serliga um, at hyggjast skal at, hvussu vælferðarsamfelagið sær út í dag, hvussu tað mennist og ikki minst, hvar er neyðugt at seta inn.
Petra Johnsdóttir Joensen er púra avgjørd, tá hon verður spurd, um tørvur er á eini slíkari ráðstevnu í Føroyum.
? Ikki minst fyri at síggja, hvussu vit standa okkum í mun til grannasamfeløgini, sigur hon.

Pallborð
Skráin fyri ráðstevnuni býður upp á mangt áhugavert, har viðkomandi persónar fara at tosa um hesi trý samfelagsviðurskiftini, sum hava so stóran týdning í einum vælferðarsamfelagið.
Ráðstevnan byrjar í dag, hósdagin, við at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, setur hana.
Síðani verða upplegg frá bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum. Umleið 50 luttakarar verða við á ráðstevnuni, sum endar í morgin við einum almennum pallborðsfundi, har kjakast verður um tað, sum í høvuðsheitum kemur burtur úr ráðstevnuni sjálvari.