Rúsdrekkamál skal verða heilsumál

Fólkaheilsuráðið mælir til, at rúsdrekkalógin verður flutt úr Vinnumálaráðnum til Heilsumálaráðið at umsita.

Tað boðar Fólkaheilsuráðið frá í dag.

Tað verður somuleiðis mælt til, at ein samrakstur við Apotekið verður umhugsaður, tí báðir stovnarnir innflyta og útflýggja evni, sum skulu brúkast við skili, um skaði ikki skal standast av.

Danska heilsustýrið hevur broytt sítt tilmæli um rúsdrekka, tí tað verður roknað sum krabbaelvandi. Fólkaheilsuráðið hevur viðgjørt tilmælið og tekur undir við danska heilsustýrinum. Tí verður heitt á fólk, um at drekka sum minst.

Fólkaheilsuráðið metir, at Vinnumálaráðið er á skeivari leið, tá hugsað verður um at skipa Rúsdrekkasøluna til alment partafelag, tí partafeløg hava vanliga uppgávuna at økja mest um inntøkurnar.

Fólkaheilsuráðið mælir til at sleppa Rúsdrekkasøluni undan kravinum um avlop, og heldur brúka avgjøldini sum inntøkur hjá landskassanum. Mælt verður til, at bryggjaríini missa rættin at selja øl beinleiðis til almenningin, tí tað er ein uppgáva hjá Rúsdrekkasøluni, sigur Fólkaheilsuráðið í skrivi, sum er sent fjølmiðlunum seinnapartin.