Rúsdrekkakoyring, sigling og súkkling

Løgreglan hevur tikið fleiri fólk í vikuskiftinum fyri brot á ferðslulógina. Ein maður varð tikin fyri at koyra fullur við farstøðina sunnumorgunin. Hesin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Tveir menn vórðu tiknir leygardagin fyri brot á sjólógina. Fráboðan kom úr Nólsoy, at tveir fullir menn vóru farnir við báti til Havnar.
? Hetta hevur óivað loypt ótta á fólk í Nólsoy, og tey boðaðu so løgregluni frá, sigur vakthavandi.
Menninir vórðu tiknir, tá teir komu á land í Havn, og verða nú ákærdir fyri at sigla ávirkaðir í báti.
Ein fullur maður á súkklu varð eisini tikin leygardagin. Hann súkklaði á eystara Ringvegi við sápufabrikkina, tá hann rendi á ein kantstein og fór runt. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við smávegis snuddum og fær eina bót fyri at hava súkkla ávirkaður av rúsdrekka.