Summi kalla hann tann elsta Porsche bilin. Frá tíðini innan Porsche gjørdist ein fyritøka, og hesin skal nú undir hamaran hjá Sotheny’s.
Talan er um Porsche Type 64 frá 1939, og væntandi verður prísurin einar 20 milliónir dollarar.
Men hvussu kann tað bera til, at ein bilur, ein Porsche, frá 1939, verður róptur Porsche, tá sjálvt Porsche bilmerkið ikki sá dagsins ljós fyrr enn í 1948? Og tá fleiri meta fyrsta Porsche bilin vera 356 Gmuend Coupe frá 1948?
Øll eru ikki samd, men Sotheby’s meta Model 64 sum ein Porsche.
Frágreiðingin er, at í 1939 starvaðist Ferdinand Porsche sum sniðgevi fyri eittnú Mercedes-Daimler og Volkswagen. Hann bygdi Type 64 eftir bílegging frá motorskrivstovuni hjá nazistunum.
Stjórin á motorskrivstovuni, Adolf Hunhlein, vónanði, at bilurin fór at vinna kappkoyringina Berlin-Rom, sum var ein ætlan fyri at haátíðarhalda vinalagið millum Týskland og Italia. Bilurin skuldi vísa, hvat týsk verkfrøðingalist megnaði. Men kappingin varð av ongum, tí kríggið kom.
Ístaðin nýtti Ferdinand Porsche sjálvur bilin í gerandisdegnum. Porsche var limur í nazistaflokkinum og SS, og eftir kríggið sat hann í fangahúsið fyri krígsbrotsverk.
At mong ikki meta bilin sum ein Porsche kemur av, at bilurin hevur VW motor, og partvís er bygdur av VW lutum og serframleiddum lutum, sum Porsche sjálvur gjørdi. Í 1948 varð bilurin undir hond hjá Pininfarina, og seinni fekk bilurin lutir frá Fiat og Steyr úr Eysturríki.
At Sotheby´s kallar bilin Porsche kemst m.a. av rundu forlygtunum, rundu tekjuni og bleytu síðunum, sum enn síggjast aftur í Porsche bilum.
Ferdinand Porsche skal sjálvur hava nevnd bilin “ættarfaðir”, og tá hann í 1948 byrjaði Porsche, setti hann sjálvur Porsche navnið framman á júst hesum bilinum.











