Kappróður
Rógvararnir eru so smátt farnir at fyrireika seg til nýggja kappingarárið, og nú fer Róðrarsamband Føroya, RSF, at ferðast kring landið fyri at hitta tey, sum hava við kappróður at gera.
Endamálið er at kunna feløg og rógvarar um eitt nú fyrireikingarnar til stevnurnar, nevndararbeiðið í RSF og eisini um, hvussu tað skal fast fram undir sjálvum róðrinum.
Saman við RSF vera umboð fyri start- og høvuðsdómarar, umboð fyri stevnufyrireikarar og eisini rógvarar.
Í skrivi frá RSF verður sagt, at fundarluttakarar fara at hava møguleika at spyrja og at seta fram møgulig uppskot um, hvussu RSF kann betra um umstøðurnar í kappróðrinum.
Fyrsti økisfundurin verður í Vágs skúla leygardagin 4. februar klokkan 13.30. Tey í RSF heita á feløgini um at boða nevndarlimum og rógvarum at vera við á fundunum.
Tað er longu langt síðani, at tað varð avrátt, nær og hvar FM kappingarnar í róðri fara at vera. Fyrsti róðurin verður á Norðoyastevnu í Klaksvík leygardagin 27. mai ella eftir at tað er vorðið koyrandi um ella rættari undir Leirvíksfirði. Onnur kappingin verður tvær vikur seinni. Sundalagsstevnan verður í Kollafirði leygardagin 10. juni. Eystanstevnuróðurin verður á Skálafjørðinum 17. juni.
Í teimum trimum kappingunum, sum eru nevndar omanfyri, fer at verða kappast á øllum trimum teinunum (burtursæð frá í Klaksvík har tað ikki ber til at rógva 2000 metrar. Í fýra teimum seinastu FM kappingunum í summar fer tað bara at vera kappast á túsund metrum. Tað fer tað at verða á Jóansøku í Vági 24. juni ella sjálvan jóansøkudag. Tað fer tað eisini at verða á Fjarðastevnu í Vestmanna leygardagin 8. juli, á Vestanstevnu í Sandavági 15. juli og á Ólavsøku, har tað fer at verða róð ólavsøkuaftan, sum verður fríggjadagin 28. juli.