Rúni tekur tvey ár afturat

Talan verður neyvan um tær heilt stóru broytingarnar hjá føroyameistarunum í HB komandi árið. Tó at tað enn ikki er greitt, hvør skal hava venjarauppgávuna í komandi kappingarári, so hevur leiðslan í felagnum hildið fast um, at tað í størst møguligan mun verður sami leikarahópurin, sum enn einaferð fer at stríðast um gullið.
Sum liður í hesum er sáttmáli nú skrivaður við liðskiparan seinnu árini, Rúna Nolsøe, soleiðis at hesin í øllum førum tekur tvey ár afturat í felagnum.
Rúni er í dag 32 ára gamal, so tað fer at benda tann vegin, at vágbingurin í HB eisini fer at enda síni fótbóltsár her. Hóast hann omanfyri verður nevndur »vágbingurin í HB«, so er tó lítil ivi um, at viðhaldsfólkini í HB síggja Rúna sum ein av sínum egnu. Síðani hann kom til felagið í 1993, hevur talan verið um heilt nógvar dystir fyri felagið. Somikið nógvar, at hann væntandi kann halda 300 dystar jubileum í komandi kappingarári, og tað eru tað hóast alt ikki so nógvir, sum kunnu erpa sær av.