Rúni kom sunnan úr ljósinum ? hann er vágbingur, norður í myrkrið og kveikti kertur millum stjørnudust og djúpar basstónar. Hetta var upp undir Óvlavsøku, og var stjørnudustið so tætt sum aldri áður. Sólin hevur oyst glarstrálur av sínum aldargamla likami út yvir føroysku basaltfláirnar í ein mánaða, og hvør skuldi so dittað seg til at lætta ljóði av, tá ið so var? Jú, tað gjørdi Rúni. Hann bardist við síni frálíku rødd ímódi lýggjum vindi, sólblankum firðum, grønum líðum, sólturkaðum skarðlendi í einari fimleikarhøll í Fuglafjarðar skúla á hásumri.
Rúni er vælbygdur. Ein væl tilevnaður basssangari. Hann smíðaði løtuna so væl, eins væl sum Håkan Hagegård. At vera einsamallur á palli og syngja skal dirvi og mansevni til. Hesin róligi og hóvligi sangarin, reið allar snertar av sær og fekk tær bláu summarskorðarnar at livna í grønum torvum, ið speglaðu sær í tí sjósalta havi kring oyggjarnar.
Hetta var sum at fletta ein góðan veðr á heystardegi. Glarfitin smurdi knívin? nei, eg meini røddina, meðan Shcubert var tummaður. Der Schiffer, Nachtstück og Erlkönig. Rúni reið á eini summaraldu, meðan flettingin var. Ja, ja, ja, á, á, á, Rachmaninov, hann er ikki so lættur at skiva, og so at gera tað á russiskum. Nei, eg má siga tað, Rúni, tú ert ein knassi! Kroppur, eygu, høvur og so teir fýra fingrarnir á høgruhond tætt við knæsbótirnar livdu ímillum kropp, krov og stjørnudust, og so Regin Dahl og Mussorsky! Her var eingin hýggjuskotin rognadrýlur at ilnoytast inn á. Nei her var ein føroyingur, sum gav Regini og Muss-orsky tann rætttaa dámin og rætta smakkin.
Tá ið tú flettir, er mannagongdin nøkunlunda eins kring oyggjarnar. Smá frávik kunnu verða, men ikki av týdningi. Her hjá Rúna varð svavt, tummað, loyst, skivað og fótamørðurin skorin alt saman so hegnisliga eins og hjá einum rættum flettingarmanni.
Hóast eg lítið skilti av tí russiska tekstinum, hóvaði mær best hesi løgini. Her kom røddin hjá Rúna best í ljóði sínum til sín rætt undir hesi musikalsku fletting á hásumri.. Rúni hevur ein sera góðan djúpan tóna og lyftir henda botn við sær, tá ið hann kemur í hæddina. Russikir bassangara hava verið tiltiknir við sína ljóðgóðsku, og tað skal vera ein góður bassflettari, ið fer í holt við bassløgini, hjá russiskum tónasmiðum. Sjálvandi fall einki av tá ið vilini á Sibelius, Schumann, Mozart og Montiverdi vórðu drigin og var eins feitt her sum hjá teimum russisku skaldinum, men mín meting er, at tað vigaði væl betur hjá russunum enn hjá hinum evropeisku tónaskaldunum. Ikki soleiðis at skilja, at nakað fall av ella, tá ið vigað varð, at tað var millum kross og hosu, nei, hetta er bara ein meting, og hvat einum dámar.
Rúni sang alt uttanat - á russiskum, svenskum, týskum og føroyskum. Hetta er ikki hvøns mans føri at standa einsamallur á palli, tá skal alt hanga saman. Her var nógv og forvitnisligt havt á lofti ein fjølbroytt skrá, rúgvismikil og dygdargóð. Væl kom Rúni frá hesi uppgávu. Ja, hann er úr Vági og hevur traðgað sínar barnaskógvar í Ljómi. Jú, jú grør um gangandi fót, men svultur er sitandi kráka.
Tá ið krovið kom upp at hanga, var vektin góð.
Hans-Otto Ehrström hevði klaverfylgisspælið. Hann var ein fram úr góður klaverleikari, ið dugdi at fylgja Rúna í øllum hansara ?lótum?- byggja uppundir ljómin í røddini og fylgja tí musikalska renslinum í tónleikinum og ikki at gloyma mussiska andanum, sum er í øllum tí, sum skapað verður. Her var alt, sum tað skuldi verða. Hann hjálpti væl til við flettingini.
Tú vart leysur uppfrá ? millum fornar tinnuglóðir, sum komu úr tí ævigu rúmd í einum tómum rúmi við sangi og spæli, sum gav tær gott blóð upp undir Ólavsøku ár 2000. Góða eydnu, Rúni Brattaberg og takk fyri eina góða fletting.
Fritsvindur og veður,
ávirkan hevur
og sítt krevur.
Í 1899 teir nýggja kirkju byggja
fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,
slíkt kann ei á láni liggja.
Og nú gott hundrað ár á rað
hevur hon verið og er framvegis tað
stað
har deknur lesur lestur
ella tænari er prestur.
Har tú á hvørjum halgidegi
í sorg sum í gleði
kann finna linna
ugga, og megi
í Harrans orði
og við altarborðið.
? ? ?
Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,
sum tóku hesu mongu umrøddu stig,
vit lýsa yvir teimum Guds frið.
Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,
sum hildu áfram í teirra anda,
sum vanligt er her til landa.
Latum okkum saman standa
og kirkju okkara verja
mót øllum, ið á hana herja
og vilja boðskap hennara skerja.
? ? ?
29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,
móti tað óivað onkran undra,
at kirkjan ikki helt føðingardag,
men hetta kom tíanverri ikki í lag,
orsøkir vóru av ymiskum slag.
Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda
vit mong í Hattarvík lenda
at minnast dagin henda.
Vit leggja serliga merki
til hetta frálíka listarverkið,
gávuna stórbæru,
kirkjuni til heiðurs og æru,
altartalvuna, ið kórveggin prýðir,
har skapanin í huga fram stígur.
Øll góð ynski um Guðs signing.
Hjartaliga tillukku.
Erland Beder