»Ríkisfelagsskapurin blómar« og »Sólin skínur á ríkisfelagsskapin«

Soleiðis málbóru ávikavist Anders Fogh Rasmussen og Jonathan Motzfeldt seg, nú teir vóru á vitjan í Føroyum.

Orðini hava óivað fallið mongum frælslyntum føroyingi fyri brósti, og mong hava kent tað sum eina provokatión at málbera seg soleiðis.
Men er hetta ikki sannleikin? og er ikki Anders Fogh Rasmussen greiður yvir at boðskapur hansara sigur allan sannleikan, uttan at hann særir afturhaldskreftirnar í Føroyum?
Skal ein urt vaksa, búnast og blóma krevst, at sólin skínur á hana. Ikki fyrr enn hon blómar er hon komin í hæddina av lívi sínum og kann útinna tað, hon hevur sum aðalmál ? at fræa. Hon letur fræ frá sær, og bert stutta tíð seinni følnar hon.
Hesi fræ fáa sítt frælsa lív, har tey vaksa upp ? ofta langt haðani, tey komu og ofta undir heilt øðrum umstøðum.
Føroyar eru eitt av hesum fræum, ið skjótt verður latið leyst av urtini, ið kallast ríkisfelagsskapur. Ríkisfelagsskapurin stendur í blóma, og tess meira sólin skínur á hann, tess skjótari verður tað, at hann fræar ? og vit fáa frælsi.
Tú, ið ynskir frælsi ? gleð teg.