Dánial Hoydal og
Theodor E. D. Olsen
Rúm var fyri eini hundrað áhoyrarum, og gjørt varð beinanvegin greitt, at hetta var ein hoyring við vitnum og ikki eitt vanligt kjak, har til bar hjá fólki at seta spurningar.
Høvuðspersónar vóru Jonathan Motzfeldt, Iandsstýrisformaður, og Høgni Hoydal, vara1øgmaður, ið báðir komu við sínum boðum urn, hvussu ávikavist Grøn1and og Føroyar áttu at verða skipað í framtíðini. Hjá grøn1endinginum var talan um eina longri process, meðan føroyingurin kundi leggja konkretu fu11ve1disæt1anina hjá sitandi 1andsstýri á borðið.
Ein fyrimyndarligan ríkisfelagsskap
Poul Nyrup Rasmussen, forsætismá1aráðharri, var eisini boðin við til hoyringina, men hansara ískoyti var bandað frammanundan. Hann helt, at møgu1igar broytingar skuldu koma fra teimum smærru ríkiseindunum - Grøn1andi og Føroyum. Á henda hátt kundi kundi Danmark vera fyrimynd í heimssamfelagnum, sum eitt ríki, ið virdi og lurtaði eftir minilutunum. Hetta er annars ikki ein sjálvfylgja a11astaðni. Hann segði seg ikki vilja vera nakran part í ríisfe1agsskapinum fyri uttan.
Ymisk, men
skilja hvønn annan
Men tann, sum rættiliga stjól »bílætið« í hoyringini, var Vígdis Finnbogadóttir, ið var forseti í Íslandi í 16 ár. Hon starvast nú hjá ST-stovninum, UNESCO, haðani hennara slagorð »Harðskapur endar, har dialogurin byrjar« eru vorðin eitt tiltak. Ikki tí, at harðskapur hevur eyðkent stevið í ríkisfelagsskapinum, men hetta við dialoginum og væl valdum orðum, var helst ein av orsøkunum til, at Vígdis hevði fingið sess í tí sonevnda filosofiska rúminum, har hon hugleiddi um samleika, mentan og ikki minst mál. Hon segði nevniliga, at tað var í málunum og listini, at heimsins margfeldi og ymisku hugsanir vóru at finna, hóast vit vóru so lík á øðrum økjum.
Minniluti ella meiriluti?
Og júst tað at fata hugtøk øðrvisi og at definera týdningar við orðum hevði ikki so heilt líti? at siga í tí politisku hoyringini leygardagin.
Eitt nú var ríkisfelagsskapurin av tíðindafólkunum samanborin við eitt hjúnarlag, har Ísland hevði verið tann ótrúgvi parturin i 1944, og nú ætlaðu Føroyar at gera tað sama. Men tá segði Høgni Hoydal, at fyri honum minti hetta meira um viðurskiftini millum foreldur og børn. Tí í einum felagsskapi kann annar parturin ikki hava størri vald enn hin. Honum dámdi heldur ikki, at føroyingar vórðu nevndir ein minniluti ella ein útryðja í Danmark ella ES. Hann kallaði føroyingar meiriluta í egnum landi.
Búskapurin
Eitt sindur varð eisini nortið við búskapin, og m.o. høvdu formenninir í ráðgevandi nevndunum fyri Føroyar og Grønland orðið. Arne Larsen, ið skal vegleiða føroyingar, helt, at um blokkstuðulin skuldi hvørva, máttu føroyingar seta »tæring efter næring«. Livistøðið fór at lækka, og kanska fóru skattirnir at hækka. Í øllum førum mátti fíggjarpolitikkurin strammast upp. Hann nevndi tó eisini, at kanska virkar blokkurin sum koddi hjá vinnulívinum og forðar fyri at menna nýggjar vinnuvegir.
Sum heild ein væl fyrireikað og øðrvisi sending urn framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, sum fólk kundu hoyra í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Aftan á var høvi hjá áhoyrararunum í Gammel Dok at fáa ein bita og práta um evnið, og serliga stuttligt var at síggja og hoyra búskaparfrøðingarnar og embætismenninar i eini fríløtu lata seg draga inn í tað filosofiska rúmið hjá Vígdis Finnbogadóttur. Tað skiltist týðiliga á lagnum, at hennara orð vórðu notin og umhugsað eina løtu eftir at mikrofonin var sløkt