Í ár hava 420 børn fingið jólahjálp

Enn er tað ringt hjá nógvum barnafamiljum at fáa endarnar at røkka saman

Í ár eru tað 420 børn í Føroyum, sum fáa jólahjálp frá Barnabata og Reyða Krossi í Føroyum.

Tað sigur Brnabati í eini fráboðan í kvøld.

Hetta eru væl færri enn tað hevur verið, tí okkurt árið eru tað eini 500 børn, sum hava fingið jólahjáp.

Eins og undanfarnu ár, varð aftur í ár skipað fyri jólahjálp til barnafamiljur, sum hava ringar, fíggjarligar umstøður

– Enn eru tað nógvar barnafamiljur, ið hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman, og tað gleðir okkum at vit kunna veita eina hjálpandi hond, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Hóskvøldið í farnu viku var liðugt at viðgera umsóknirnar og brøvini vórðu pakkað og latin Posta sama kvøld. 

Jólahjálpin verður send í innskrivaðum brævið, so eru fólk ikki við hús, verður ein lepi lagdur í postkassan um at viðkomandi eigur eitt bræv á posthúsinum.