Rógvi Holm, sum er verjuspælari, fór í august í fjør fór til Aberdeen FC, sum ein mánað áðrenn hevði gjørt sáttmálar við tveir aðrar føroyingar, Gilla Sørensen og Hallur Hansson.
Millum annað hevði skotska felagið lagt merki til Rógva tær ferðirnar, hann við føroyskum ungdómslandsliðum hevur verið við til Aberdeen International Football Festival.
Høvuðsvenjarin í Aberdeen FC, Jimmy Calderwood, sigur seg vera ovfarnan av fótbóltsevnunum hjá Rógva og roknar hann sum ein spælara, felagið vil satsa uppá.
Ungi argjamaðurin hevur eisini verið í danska felagnum, Brøndby, umframt at hann sjálvandi hevur spælt fyri barndómsfelagið AB.










