Rógva kapp móti vinarkommunu

Sunda kommuna fær vitjan av vinarkommunu úr Noreg á Sundalagsstevnuni. Á skránni er millum annað vitjanir á stovnum og fyritøkum í kommununi. Men so ætlar Sunda kommuna eisini at hevna eitt tap frá tí, at Sunda kommuna vitjaði í Noreg í fjør

Á Sundalagsstevnu fær Sunda kommuna vitjan av Rissa kommune úr Noreg. Rissa liggur á Fosenhálvoynni og er grannakommuna til Tróndheim, har Tróndheimfjørðurin er sjálvt kommunumarkið.

Eins og við Sunda kommunu, so er Rissa kommune ein samanrenning av fleiri kommunum. Í teirra føri er talan um tríggjar kommunur, sum løgdu saman í 1963.

– So tey hava nakrar royndir, sum vit kunnu læra av og taka til okkum, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu um samstarvið við Rissa kommune, sum fevnir um 623 ferkilometrar og telur stívliga 6000 fólk.


Róðu kapp í Noreg

Í fjør vóru umboð fyri Sunda kommunu og vitjaðu í Rissa kommune. Hetta var gjørt í samband við nakrar marknaðardagar, har politisku flokkarnir høvdu básar á gongugøtuni, traktorar vórðu sýndir fram og eitt slag av kapprógving var á skránni, umframt nógv annað.

– Kapprógvingin var í heilt gomlum norskum bátum og als ikki soleiðis, sum vit kenna kapprógving her heima. Vit høvdu tvær árar í part og ongan róðursmann. Nú hugsa vit at gera nakað tað sama, sum tey gjørdu við okkum og sleppa tey í ein bát og so kapprógva, greiðir Kim Durhuus frá.

Hann dylir ikki fyri, at hann vónar at fáa hevnd, tí sum skilst gekk rógvingin í Noreg ikki serliga væl.

– Ja, tú kanst gott siga, at vit vilja hava hevnd nú, flennir Kim Durhuus.


Vitja stovnar og fyritøkur

Rissa kommune skal tó annað enn kapprógva í Hvalvík á Sundalagsstevnuni.

– Tey koma fríggjakvøldið. Ætlanin er at vitja skúlar og barnagarðar. Eisini fara vit framvið á Mørkini, og so hava vit eisini ymiskt á skránni í Tjørnuvík, fortelur Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Sum skilst, so vera tað eisini átta ella níggju fólk, sum koma úr Noreg fríggjadagin og hesi steðga til týsmorgunin, tá tey fara heimaftur.