Næsta ár ætlar heimskendur umhvørvismaður, sum higartil er ókendur um okkara leiðir, sær til Føroyar at stríðast ímóti grindadrápi Tað skrivar Sosialurin, sum kom út nú seinnapartin.
Talan er um Ný Sælendingin, Pete Bethune, sum bleiv heimskendur, tá ið hann sigldi á ein japanskan hvalabát í Suðurhøvum í fjør við teirri avleiðing, at sera framkomin bátur hansara, Ady Gil, for til botns undan honum, men sjálvur varð hann bjargaður.
Seinni fór hann umborð á sama hvalabát at vildi handtaka skiparan og ákæra hann fyri drápsroynd og krevja endurgjald fyri at hava søkt sera framkomna bátin, Ady Gil
Sosialurin skrivar, at nú er Pete Bethune í holt við at skaffa sær fígging til nýtt umhvørvisskip, og hann nú verður kósin sett norðureftir at steðga føroyska grindadrápinum.