Hon sá púrasta útlúgvað út, tá hon stríddi seg seinasta rundingin á stadion, og sjálv segði Rigmor eisini, at har var púrt einki eftir hjá sær.
- Har stóð alt á minus. Trupulleikin var, at eg tíðliga í renningini hevði ov høga ferð. Eg fann ongan tíð mína egnu rútmu, og tað kostaði, sum kappingin leið. Síðani var tað bara ein dystur um at vinna á mær sjálvum, so eg ikki gav upp. Og beint nú eri eg bara fegin um, at tann parturin eydnaðist hjá mær, segði Rigmor.