Fløgan ?The Cosmos Rocks? kemur út 1. septembur og er fyrsta fløgan hjá Queen, har frontmaðurin Freddie Mercury ikki er við.
Síðsta fløgan hjá Queen, um savnsfløgurnar og live-útgávurnar ikki verða taldar við, var ?Made In Heaven? frá 1995. Á fløguni vóru sangir, ið vóru skrivaðir og framførdir av legendariska frontmanninum Freddie Mercury.
Nýggja fløgan er skrivað av gittarleikaranum Brian May, trummuspælaranum Roger Taylor og Paul Rogers, ið nú hevur fingið leiklutin sum sangari í bólkinum. Bassleikarin í Queen, John Deacon, verður tó ikki ein partur av nýggju fløguni.
Nýggja fløgan hjá Queen verður sostatt fyrsta fløgan, ið Freddie Mercury ikki er við í.
Á fløguni verður millum annað lagið ?Say It´s Not True? at finna, ið varð givið út síðsta ár í sambandi við World AIDS Day. Fyri fyrstu ferð í yrkisleiðini hjá Queen, verður eitt cover-lag at finna á ?The Cosmos Rocks?. Enn er tó ikki kunngjørt, hvat lag talan er um.
Tvær vikur eftir, at ?The Cosmos Rocks? kemur í handlarnar, fer bólkurin á konsertferð í Evropa, og ætlanin er, at teir skulu spæla í 14 londum.
Fløgan ?The Cosmos Rocks? kemur út 1. september.