Prutlið kom aftur

Prutlið, sum tikið varð í vesturbýnum í Havn leygarnáttina, varð mánadagin sett aftur í somu gøtu Tað kann vera eitt gott hugskot at eftirlýsa stolnar lutir.

Í gjár eftirlýsti politiið gjøgnum portal.fo eitt prutl, sum varð stolið í Dr. Dahlsgøtu í Havn leygarnáttina.

Sama dag ringdi ein portal-lesari til politiið og boðaði frá, at hann hevði sær prutlið standa eitt sindur longri niðri í somu gøtu. Tað kundi bent á, at tjóvurin hevði fingið kaldar føtur.

Fegin var ungi prutl-eigarin um at fáa sítt spildurnýggja prutl aftur.