Professari: Føroyska kravið er burturvið

Danskur professari í búskapi heldur, at føroyska ynskið um eina skiftistíð í 15 ár er fullkomiliga órímuligt

Martin Paldam, professari í búskapi við universitetið í Århus, heldur, at at føroyska ynskið um eina langa búskaparliga skiftistíð er burturvið.

? Eg skilji als ikki, at stjórnin ikki fyri langari tíð síðani hevur sagt, at blokkstuðulin má minka, sjálvt um Føroyar ikki taka fullveldi. Tað er eingin meining í, at Føroyar skulu hava 1,5 milliard krónur hvørt ár, sigur Paldam, sum hevur arbeitt nógv við føroyska búskapinum.

Hann heldur, at føroyingar skuldu hugsa um, hvussu onnur lond hava fingið fullveldi. Í afrikansku londunum fekk fólkið loyvið at vinda flaggið á stong, og so rýmdu bretarnir.

Paldam hevur heldur ikki nógv til yvirs fyri uppskotinum um at mótrokna møguligar oljuinntøkur í blokkstuðlinum.

? Nú hava vit givið Føroyum so nógvar pengar í so nógv ár, at tað hevði verið natúrligt, at føroyingar góvu okkum ein part av oljumilliónum, sjálvt um teir ikki taka fullveldi, segði bersøgni professarin við Ritzau í gjár.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.