Prix Føroyar: Bert fimm bólkar við á Tvøroyri

Tveir bólkar, sum upprunaliga skuldu luttaka, verða ikki við í TB-húsinum

Bólkurin Wild Child verður ikki við, tá Prix Føroyar kappingin verður í TB-húsinum nú komandi leygarkvøld,

Orsøkin er, at ein av limunum er vorðin sjúkur og verður Wild Child tí ístaðin við, tá Prix Føroyar kappingin verður á Strondum.

Bólkurin Z-free hevur meldað avboð, so bert 5 bólkar fara at kappast í TB-húsinum.

Men hesir bólkar kunnu gleða seg til at hoyra seg sjálvar á fløgu sama kvøld, sum kappingin verður. Útvarpið fer at brenna fløgur til bólkarnar sama kvøld, so teir kunnu seta seg í sofuna heima við hús. Har kunnu teir so njóta síni avrik, uttan mun til, um tað eydnaðist at koma víðari til finaluna, ella ikki, so heilt sum av torvheiðum fer eingin av palli aftur.

Lutakast verður um raðfylgjuna fríggjakvøldið í TB-húsinum.

Sagt verður, at tey eru byrjað at selja atgongumerki til Prix Føroyar í Suðuroy. Áhugin tykist vera sera stórur milllum áhoyrararnar og atgongumerkini ganga sum heitt breyð.