Í staðin yvirtekur avstralski privati grunnurin Macquarie partabrøvini og hevur sostatt fullan ognarrætt.
Hetta skrivaði Macquarie í tíðindaskrivi í dag.
Higartil hevur privati kapitalgrunnurin havt 50 prosent ognarpart í TDC Group. Hini 50 prosentini vórðu býtt javnt millum tey trý pensjónsfeløgini.
Macquarie keypti TDC Group saman við PFA, PKA og ATP aftur í 2018 fyri næstan 41 milliardir krónur.
Partarnir upplýsa ikki søluprís.
Viðurskiftini verða væntandi liðug áðrenn árslok 2025, treytað av góðkenning frá myndugleikunum.
/Ritzau/