Prestar misnýttu børn kynsliga

Írar eru á gosi í hesum døgum, eftir at ein frágreiðing hevur avdúkað, at nógvir katólskir prestar hava misnýtt børn og ung kynsliga, og at myndugleikarnir vistu tað uttan at leggja uppí.

Tað er fyrrverandi dómarin Frank Murphy, sum hevur skrivað frágreiðingina. Í sínum kanningum hevur hann tosað við umleið 100 fólk, sum blivu kynsliga misnýtt í árunum frá 1966 til 2002. Fólkini búðu í biskupsdøminum Ferns í landssynningspartinum av Írlandi, og sambært frágreiðingini gjørdu 21 prestar har seg sekar í kynsligari misnýtslu. Átta av teimum 21 prestunum eru ikki á lívi longur. Frank Murphy sigur, at sambært skjølunum, sum hann hevur funnið, vóru ymsir myndugleikar vitandi um, hvat hendi. Eitt nú fekk løgreglan fleiri fráboðanir, men skjølini vísa, at løgreglan gjørdi lítið burtur úr málunum.

Írski forsætisráðharrin, Bertie Ahern, sigur seg vera skelkaðan av innihaldinum í frágreiðingini, og at ágangurin slapp at halda fram, uttan at nakar gjørdi nakað við tað. Nú hevur ákæruvaldið fingið frágreiðingina hjá Frank Muprhy, og ákæra verður reist ímóti teimum seku. Samstundis fyrireikar stjórnin eitt uppskot, sum skal áleggja fólki at boða frá, fáa tey frænir av, at børn ella ung verða misnýtt kynsliga, skrivar Reuter úr Dublin.