Premier League stjørna ákærd fyri svik

Enska fótbóltssambandið hevur ákært spælaran fyri at vedda upp á úrslitið av fótbóltsdystum.

Enska fótbóltssambandið hevur ákært Manchester City-spælaran, Martin Demichelis, fyri at vedda upp á úrslitið av fótbóltsdystum. Enn er ikki greitt, um talan er um dystir, sum Martin Demichelis sjálvur hevur spælt í.

 

Hann er ákærdur fyri 12 brot á reglurnar hjá enska fótbóltssambandinum, frá 22. til 28. januar. Manchester City spældi hesa tíðina móti West Ham og Everton. Einki er tó, sum bendir á, at talan er um nakran av teimum 25 dystunum, sum Martin Demichelis hevur spælt við í hetta kappingarárið.

 

Reglurnar, sum hann er ákærdur fyri at hava brotið, nevna millum annað, at Premier League spælarar ikki hava loyvi at vedda um úrslit av fótbóltsdystum, líka mikið hvar í heiminum, teir verða spældir.

 

Sambært enskum miðlum kann Martin Demichelis vænta sær eina bót, um hann verður funnin sekur, tó at hann kann eisini fáa leikbann. Hann hevur freist til 5. apríl at svara ákærunum.