Tá Føroyar og Danmark spæla í Parkini fríggjakvøldið verður tað uttan Pierre-Emile Højbjerg. Miðvallarin hjá Tottenham hevur fingið ein minni skaða.
Danska Fótbóltssambandið boðar frá, at Pierre-Emile Højbjerg situr yvir dystin móti Føroyum, men møguliga verður við móti Skotlandi mánakvøldið. Í hansara stað er komin Jesper Lindstrøm, sum spælir við Eintracht Frankfurt í týsku Bundesliguni.
Undan landsliðsúttøku var eisini greitt, at Mikkel Damsgaard, Kasper Dolberg og Jesper Hansen eru ikki við hesaferð. Nýggir eru Robert Skov, Peter Vindahl Jensen og Jens Jønsson.
Landsdysturin millum Danmark og Føroyar verður í Parkini fríggjakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur frásøgn frá dystinum.