Prát um seyð og seyðahald í Fuglafirði

Fríggjakvøldið verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Fríggjakvøldið verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

– Fyrstu ferð, henda kvøldseta sá dagsins ljós var í 2010, og sostatt er hetta sættu ferð, vit trína á pallin í Mentanarhúsinum. Teir, ið fara at siga frá í ár, eru: Max Weihe, Selatrað, Ásfinn Sigvardsen, Gjógv, Djóni Kunoy, Kunoy og Bjørn Kalsø, Syðradalur, Kalsoy.

 

Max Weihe, sum er ættaður av Selatrað og býr á Kambsdali, fer at siga frá um hagapartarnar á Selatrað, Norði í Haga, Grønabergsærnar, Miðjan, omanvert bygdina, gongur suður til Gjógvará, og síðani kemur Heimari Garðhagi og Ytri Garðhagi.

 

Ásfinn sigur frá haganum Sáttarenni við Gjógv og eitt sindur frá tí gomlu tíðini, tá ið hagarnir í Funningi og við Gjógv lógu saman. Djóni Kunoy sigur frá um Skarðdalin, sum er oman fyri Kunoyar bygd, báðumegin Skarðsgjógv, og Bjørn Kalsø nertur í síni frásøgn við hagapartin Fyri heiman Gjónna og Fyri Norðan á Blankskála.

 

– Te og kaffimuður í steðginum, og drýlur og kjøtpylsa frá Bjarta Højbro afturvið, sigur Frits Johannesen, ein av fyrireikarunum.