– Tað er eitt Guds undur, at eg havi fingið mítt lív aftur.
Prædikumaðurin Jørn Hyldgaard hevði eitt gott lív. Nógv komu á møti hjá honum, bæði innan- og uttanlands.
Men ein dag gekk galið. Filmurin knekkaði og hann reyk niður í eitt svart hol. Ein depressión setti hann skákmát. Jørn Hyldgaard tosar í dag opið um hesa tíðina.
- Tað finnast myrkar síður í lívinum, vit tíbetur ikki vita nakað um, fyrr enn tær eru har, sigur prædikumaðurin Jørn Hyldgaard. Hann torir ikki at hugsa sær, hvussu hann hevði tikið tað, um onkur, tá ið hann hevði tað allar ringast, hevði sagt honum, at tað fóru at ganga 6 ár áðrenn hann gjørdist frískur aftur.
– Síðani eg gjørdist frískur aftur, havi eg møtt menniskjum, sum hava verið sjúk nógv fleiri ár enn eg, og eg havi eisini møtt fleiri, sum framvegis eru sjúk. Tað eru menniskju, sum halda út og liva í einum slíkum helviti á jørð, sum tað er at vera sálarliga sjúkur. Tey berjast hvønn dag og kanska hvønn tíma fyri at yvirliva. Hesi eru sannar hetjur, sigur hann.
Vitja í Føroyum
Og tað eru hesi og teirra avvarðandi, sum Jørn og konan Britta ynskja at venda sær til, tá ið tey hava fyrilestrar undir heitinum Húðarleys í Filadelfia í Havn um ein mánað.
– Vit ynskja at avklæða nakrar av mýtunum og hugburðunum til sálarsjúkur, og vit trúgva fult og fast, at vit við okkara vitan og royndum kunnu skapa vón hjá teimum, sum eru rakt – eisini hjá teimum, sum vara av, og sum oftast ikki verða løgd merki til, hóast tey eru líka hart rakt sum tann sjúki.
– Vit hava eisini funnið út av, at í kirkju- og samkomuhøpi eru mong, sum eru plágaði sálarliga. Teimum misskiljingum, mýtum og gamaldags hugburðum, sum eru millum tey kristnu um, hvat sálarsjúka er, ynskja vit at koma til lívs.
Jørn Hyldgaard hevur fingið lív sítt aftur. Í dag er hann ein glaður maður og kennir seg sum føddan av nýggjum. Men hvussu var tað at liva seks ár í myrkri? Hvat var orsøkin? Hvussu kundi hetta henda?
Jørn kemur nú til Føroyar at hava fyrilestrar, sum hann kallar Húðarleys. Har kunnu vit hoyra hann greiða frá hvør orsøkin var til, at tað endaði so galið, og at hann ikki kundi klára at koma fyri seg uttan heilivág.
Í dag gevur hann Gudi æruna fyri at hava yvirlivað. Hann er sannførdur um, at tað ikki var Gud, sum lat hann ganga ígjøgnum hetta helviti, men heldur, at vit liva í einum ófullkomnum heimi, har sjúka og veikleikar eru, men sum hann sigur:
- Eg trúgvi, at Gud hevur verið við mær ígjøgnum alt hetta, bæði tá ið eg kundi uppliva, at hann var har, og í teimum løtum, tá ið eg ikki kundi finna, síggja ella kenna hansara nærveru, so var hann kortini har, sigur Jørn Hyldgaard
Hann trýr, at alt samvirkar til góða hjá teimum, sum søkja Gud og gevur hann Gudi æruna fyri, at hann hevur yvirlivað. Tað, sum hann hevur lært er, at Gud er stórur og at hann bert hevur brúk fyri einari lítlari kontakt fyri at kunna virka, so at vit bæði verða varðveitt og loyst úr okkara líðingum og sjúkum. Hann lærdi eisini, at sjálvmorð ikki er loysnin. Sálarfrøðingurin, sum hann hevði, hugdi ein dag álvarsamt inn í eyguni á honum og segði: Jørn, sjálvmorð er ikki loysnin, tí tað ger, at tú ikki hevur møguleika at verða grøddur. Og tað lurtaði hann eftir.
Ein dagin síðst í februar í 2010 steðgaði konan Britta á og segði: Tú floytar, tað hevur tú ikki gjørt í seks ár. Nakað, sum hann annars hevði gjørt nógv av áðrenn hann bleiv sjúkur. Stutt eftir hetta broyttist alt, og sum kona hansara sigur, so hevur hann ikki havt ein ringan dag síðani tá.
Hann er vísur í, at grøðingin er eitt Guds undur. Tað gekk ein hálv vika frá tí, at hann fekk tað betri, til tað gekk líka gott sum í dag. Tá ið mann trýr, at lívið er liðugt, er tað bara so stórt at uppliva at fáa tað aftur og sum hann sigur:
- Eg takki Gudi hvønn dag fyri, at hann hevur givið mær lívið aftur.