Poula Reinert-Petersen er nýggjur leiðari

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í fakligari vegleiðing og supervisión.

 

Poula Reinert-Petersen er sett sum nýggjur leiðari í Nánd, heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Hon byrjaði í starvinum hin 1. mai.

- Poula er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við eftirútbúgving í fakligari vegleiðing og supervisión. Harafturat hevur hon eina heilsufakliga kandidat-útbúgving frá 2012 og er í gongd við leiðsluútbúgving.

Tað vita tey í Eysturkommunu at siga. 

Poula Reinert-Petersen hevur arbeitt nógv innan eldra- og heilsuøkið.

- Millum annað hevur hon verið leiðari í Veks Eystur, sum er eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, og seinastu tvey árini hevur hon verið leiðari á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, verður lagt aftrat.