Poul ! - Kyss tú ongantíð ov fast...

Í grein um stjórnarskipanaruppskotið velja Poul Michelsen og sufflørar og skrivandi menn hansara at taka yvirskrivtina úr fyrstu regluni í Ritukvæðnum hjá Kjartani Hoydal. Stórpolitiski nekrologurin hjá framsóknarmonnum byrjar soleiðis: Syrgilig er henda søga...

Endamálið er greitt, at falsa søguna til frama fyri persónligu politisku profileringina hjá Poul Michelsen og Framsókn. Flokkurin er ikki lívførur, finnur onki ideologiskt jørðildi og tá kann bara ein fíggindi uttangarðs bjarga støðuni. Politiskir bakstrebarar virka ikki fyri nøkrum, teir arbeiða ímóti onkrum. Tað ræður um at ganda eitt trøll fram í alljósan dag. Men máti skal nú vera við. Tjóðveldi, og serliga formaður floksins, verða gjørd til skotskivu hjá Poul og spunasmiðjum hansara. Lopið verður í somu gomlu gravir, har sum allir hinir sambandsflokkarnir frammanundan liggja tyrvdir, - í hesum lunkaða danska heimastýrinum.

Trupulleikin er nú brádliga ikki tað trábeinta afturhaldið, sum hevur fingið Poul og aðrar, at leypa frá uppskotinum hjá einari samdari nevnd fyri bara einum ári síðani. Trupulleikin er nú ikki tær margháttligu royndirnar at fáa Føroya fólk og sjálvræðisrørsluna í Føroyum at góðtaka danska grundlóg, heimastýrislóg, yvirtøkulóg og annað á eini fólkaatkvøðu um sína egnu stjórnarskipan. Trupulleikin er nú ikki allar tær óskiljandi broytingarnar og útvatnaðu orðingarnar í nýggja uppskotinum hjá Pouli, Sambandinum, Javnaðinum, Ghostritarum og øðrum trællum, har millum annað áetingarnar um tilfeingisumsiting skulu broytast grundleggjandi. Trupulleikin er nú ikki, at gildiskomureglurnar skuldu broytast soleiðis, at ongin møguleiki var hjá Føroya fólki at broyta nakað, tí nú skuldu tvey løgting samtykkja uppskotið óbroytt, áðrenn fólkið slapp at kíka við ongari ávirkan.

Nei, trupulleikin er sjálvandi Tjóðveldi, ið setti alt á lunnar frá byrjan, og sum hevur stríðst fyri uppskotinum frá fyrsta degi, og sum í prosessini hevur gjørt óteljandi orðingar, semjur og broytingar á leiðini fram. Alt ímeðan afturhaldið hevur sitið spílað upp afturá og hvørki hevur orðað stav ella reglu í uppskotinum. Konturarnir daga nú undan av álvara, Poul og huldumenn hansara eru í holt við at smíða sær ein politiskan eksistens umvegis eina andsøgn til einasta veruliga frælsisflokkin í landinum. Og teir eru, sum toftamenn plaga at taka til, farnir at spíska seg rættiliga.

Í seinasta álitinum frá formanni Tjóðveldisins í nevndini, vísti hesin vegna flokkin á, at allar hesar royndirnar hjá Poul og øðrum, at taka allar meginreglur - øll prinsippir - burturúr uppskotinum, fyri at kasta saman við Sambandinum og øðrum ófrælsiskreftum, fóru kortini at vera til fánýtis, tí danskir myndugleikar fóru framvegis at hótta, og fáa løgmann og Sambandið at bakka – júst sum fyri ári síðani.

Soleiðis skrivaði Tjóðveldi m.a. í álitinum í summar:

Hesi broytingaruppskot hava tikið burtur og broytt tær orðingar, ið flestar atfinningar hava verið ímóti frá donskum myndugleikum. Orðingin um, at føroyska stjórnarskipanin er oman fyri allar aðrar lógir er tikin burtur. Somuleiðis orðingin um, at landsins lógir eru bert tær, ið eru framdar á rættan hátt og av fólkinum sjálvum. Ístaðin er skotið upp at seta inn, at stjórnarskipanin virðir ta lóggávu, ið er sett í gildi fyri Føroyar. Eisini eru broytingar gjørdar í fyrstu grein, sum sáa iva um tær avgerðir, ta rættarstøðu og ta fólkaatkvøðu, ið Føroya fólk frammanundan hevur bygt á. Hartil eru broytingar gjørdar í gildiskomureglunum, sum í fyrsta lagi taka gildiskomuna um ásetingar fyri dómsvaldið og rættarskipan burturúr – og í øðrum lagi seta gildiskomureglurnar fyri stjórnarskipanina saman við lógini um stýrisskipan Føroya.

Skal føroyska stjórnarskipanin byggja á veruligt fólkaræði, so er tað sjálvsagt, at tað bert er Føroya fólk, ið kann seta hana í gildi við fólkaatkvøðu – og ikki tvey fylgjandi Løgting, soleiðis sum stýrisskipanin varð sett í verk. Samstundis kann stýrisskipanin setast úr gildi eftir sínum egnu reglum. Avleiðingarnar av teimum uppskotnu broytingunum eru í minsta lagi, at grundarlagið undir stjórnarskipanini er munandi broytt, og at sterkur ivi kann sáast um, hvør lóggáva verður nýtt sum grundarlag fyri rættindunum hjá føroysku tjóðini frameftir. Í ringasta føri, kann hetta nýtast at fremja størri afturstig í rættarstøðu føroyinga og leggja avgerðarrætt í hendurnar á myndugleikum uttan fyri Føroyar. Og tað tykist óskiljandi, at roynt verður at gera hesar broytingar eftir krøvum frá donskum myndugleikum, tí framvegis fara danskir myndugleikar uttan iva at krevja aðrar broytingar í øðrum greinum.

Tað er júst hetta sum er hent nú, í summar, og tí er tað væl skiljandi, at Poul roynir at falsa søguna. Hetta man kennast rættiliga pínligt, politiskir skjálvtar mega vera farnir ígjøgnum kropsskinnið á manni, eftir eina so munandi metamorfosu, eftir hóvastákið og royndina, at lata seg úr nærum hvørjum plaggi, til tess at kunna fara niðan eftir stórpolitiska kirkjugólvinum saman við Sambandinum – og so kortini at fáa krakk, nektaður, spillnakin, í gævustundini framman fyri altarið.

Poul Michelsen hevur vitað, og veit, at Tjóðveldi ongantíð fer at mæla sínum veljarum til at samtykkja eitt uppskot á fólkaatkvøðu, sum skal góðtaka donsku grundlógina í Føroyum. Ongin okkara hevði heldur roknað við, at ein maður sum Poul Michelsen kundi funnið uppá at gjørt tað. Hann klamsaði við hurðunum og fór úr Fólkaflokkinum, tí hann segði Fólkaflokkin vera ov lítið fullveldissinnaðan og hartil helt hann uppá, at flokkur hansara í fjøruti ár, nú gekk ímóti síni egnu stevnuskrá. Fólkafloksveljarar skuldu nú fáa eitt liberalt og fullveldissinnað alternativ. Men hvussu kann Poul Michelsen tá mæla til at ganga beint ímóti tí, sum Fólkaflokkurin hóast alt hevur hildið fast um, nevniliga ikki at góðtaka donsku grundlógina, sum Føroya fólk ongantíð hevur samtykt?

Soleiðis skrivaði táverandi formaður Fólkafloksins, Thorstein Petersen, eftir samráðingarnar við donsku stjórnina í 1946: “Fyrstu uppskotini ljóðaðu uppá, at vit skuldu vátta at vera “en Del Danmarks Rige og omfattes af Danmarks Riges Grundlov”. – Hetta avvístu vit sjálvandi blankt. Aldri er tað givið okkum nøkur heimild til at binda føroyingar fastar.”

Og Jóannes Bóndi skrivaði hin 12. apríl 1946 um hetta kravið, at Føroya fólk skuldi góðtaka donsku grundlógina: “At danastjórn ikki firnast við at bjóða “et gammelt nordisk Kulturfolk” eini slík boð! Aldri kundi nakað “Kulturfolk”, tað veri norðurlendskt, bretskt, ella franskt ella annað, fingið boð um tílíkt stjórnarband. Og tá allarminst í hesi tíð, har loysunarorðið “Hvør tjóð hevur rætt at ráða sær”, er sett í hásætið. At fólkastjórnin í Danmark nú kemur fram við hesum boðum, sum hvørki norskir ella danskir kongar nakrantíð hava bjóðað føroyingum, tað kann ikki hugsast at vera av øðrum atvoldum, enn at hon heldur, at nútíðar føroyingar yvirhøvur eru politiskir mistrivningar, leysari á knóranum enn nakrantíð áður.”

Men Poul, sum skuldi eitast at vera fullveldissinnaður, vil eftir øllum at døma fegin bakka langt aftur um 1946 í stjórnarmálum. Hansara sjónarmið eru nærum tey somu, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin róku fram á politiskt torg í 1946, um at vera "praktiskur" og "ásanna veruleikan". Og álopini hjá honum á Tjóðveldi, eru júst tey somu, identisk við tey, sum íhaldnu sambandskreftirnar framdu mótvegis Fólkaflokkinum tá. Skiljið tað, hvør ið skilja vil.

Tjóðveldi hevur annars víst Pouli Michelsen sera stórt álit. Vit gjørdu hann til formann í seinastu nevndini, hóast hann var í andstøðu, og vit tryggjaði honum pláss í nýggju nevndini, har vit aftur skutu hann upp sum formann. Endamálið var sjálvsagt at savna fullveldisveingin á tingi, sum hevur meirilutan, um hann megnar at standa saman, og um nakað hald er í retorikkinum hjá fleiri teirra. Men Poul valdi at gera Tjóðveldi til trupulleikin og kastaði saman við øðrum. Valdi at ganga burtur frá frælsissøk føroyinga fyri egnar sakir. Endamálið skuldi eitast at vera, at fáa semju, og at fáa alt at glíða betur niður hjá sambandi og javnaði og ghostritarum og donskum myndugleikum. Og nú leypa teir sjálvandi frá sum forvirraðar hønur, tá Lars Løkke aftur hevur talað. Skotið varð á, - bara hann øtlaði av landssynningi.

Tí er tað lagnunnar speisemi, at Poul og hansara menn velja brot úr Ritukvæðnum, sum yvirskrivt í teirra royndum at falsa søguna. Heldur áttu teir at lagt sær alt innihaldið í Ritukvæðnum í geyma, sum snýr seg um, táið Ritan uttanfyri Molan í Havn rendi á Ternuna og sakk. Poul kundi havt siglt, og tikið ein harðan róður, saman við Tjóðveldinum. Men hann valdi at seta kósina hinvegin - beint ímóti og í føvningin á sambandinum. Og tað kann kosta dýrt. Sum seinasta reglan í Ritukvæðnum sigur: “Hetta tær tann læra verði, kyss tú ongantíð ov fast!”

Fríggjadagin fer Poul um pensiónshvarvið, men neyðturviliga er aldurin ikki ein forðing fyri, at maður kann leggja alla sína orku í frælsissøkina hjá landi sínum. Hann hevur í drúgvari áramál sitið búraður inni við heimastýrisgrindirnar í Fólkaflokkinum, enn Nelson Mandela var hildin fangi á Robben Island. Hesin var farin gott og væl um sjeyti ára aldur, tá hann aftur settist við politisku árarnar í Suðurafrika, og 76 ára gamal syrgdi hann fyri, sum fyrsti svarti forsetin, at móðurland hansara gjørdist ein demokratiskur og frælsur statur. Poul hevur enn møguleikan fyri at gera eina nýggja kúvending, - hesaferð tann rætta vegin.