Postverkini í Føroyum, Danmark og Grønlandi samstarva

Postverkini hátíðarhalda kongaliga gullbrúdleypsdagin við at útgeva frímerkisark

10. juni 1967 vórðu Drotning Margrethe og Henrik prinsur gift. Í summar hátíðarhalda tey tískil gullbrúdleyp.

 

Hetta hevur Posta valt at hátíðarhalda við einum nýggjum frímerki, ið vísir eina mynd av drotningaparinum uttan skreyt og skrúð. Hetta er ein felagsútgáva saman við Danmark og Grønlandi, sum eisini geva hetta frímerkið út – og verður ríkisfelagsskapurin symboliseraður á frímerkjaarkinum við einum veðri, einum svana og einari ísbjørn, stendur at lesa á stamps.fo.

 

 

Posta gevur út  mappu við øllum trimum frímerkjunum í - tí føroyska, danska og grønlendska.

 

 

- Í trað við ynskini hjá kongaliga parinum um, at tey ynskja at hátíðarhaldað gullbrúdleypið privat, so hevur myndin á arkinum onga dýrd og mæti, sigur Postnord við heimasíðuna Linn's Stamp News.