Heili 29.298 brúkarar hava vitjað portal.fo tilsamans 216.194 ferðir í viku 42 og hava teir hugt at 746.384 síðum. Hetta er ein munandi hækking í mun til viku 40, ið er seinasta vika Gallup hevur skrásett áðrenn arbeiðsteðgin. Tá vitjaðu 26.573 brúkarar portal.fo 210.812 ferðir og hugdu at 507.773 síðum.
Kelda: vevmátingarlistin hjá Gallup