Allir flokkar uttan Liberal Alliance, Danski Fólkaflokkurin og Borgaraflokkurin hava gjørt eina avtalu, sum hereftir fer at banna útlendskum gávum í donskum politikki.
- Tað er umráðandi, at vit sjálvi stýra landi okkara í mun til fólkaræðið. Eingin skal koma uttanífrá og stýra tí við sínum stóra búskapi, sum ber til í dag, og sum vit eisini síggja í øðrum londum, sigur bólkaformaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Leif Lahn Jensen.
Í næstum verður lógaruppskot lagt fram, sum eftir ætlan skal samtykkjast áðrenn summarið, og ætlanin er, at lógin skal koma í gildi skjótast gjørligt.
/ritzau/