Politiskur hurlivasi í Irak

Í seks vikur hava flokkarnir í Irak tingast um at skipa stjórn, men uttan úrslit. Teir kunnu heldur ikki semjast um at manna formansskapin í tinginum

Tað gekk rímiliga val at avgreiða tjóðartingsvalið í Irak fyri seks vikum síðani, men síðani hevur tað víst seg, at tey valdu hava ilt við at finna stevið á tí demokratiska pallinum. Tá tjóðartingið skuldi halda sín fyrsta fund mikudagin, møtti bara ein triðingur av tinglimunum.

Fundurin gjørdist heldur ikki drúgvur. Eftir skránni skuldi tingið velja forseta og tveir varaforsetar, men tað lat seg ikki gera, tí eingin semja var um, hvør skal hava hvønn sess.

Soleiðis hevur tað verið tær seinastu seks vikurnar. Lógin sigur, at forsetin skal hava undirtøku frá tveimum triðingum av tingmanningini. Tað ger, at tann shiamuslimski meirilutin má fáa stuðul frá teimum báðum kurdisku flokkunum, og fyri átta døgum síðani ljóðaði, at teir vóru vorðnir samdir um at velja kurdaleiðaran Jalai Talaabani til forseta, og at shialeiðarin Ibrahim al-Jafaari skuldi vera forsætisráðharri.

Tann sunnimuslimski minnilutin skal hava annan varaforsetan, men tað hevur víst seg at vera vónleyst at finna tann rætta. Sunnimuslimarnir boykottaðu tjóðartingsvalið í januar, og tí eru bara nakrir fáir sunnimuslimar í tinginum.

Tað eru kortini ikki sunnimuslimarnir, sum liggja í buktini, men heldur ymsar ósemjur ímillum shiamuslimarnar og kurdarnar. Eitt nú eru partarnir ósamdir um býin Kirkuk. Býurin hevur sera stóran týdning í tí oljuríka økinum har norðuri í landinum, og kurdarnir krevja ræðið í býnum. Men tað vilja shiamuslimarnir ikki geva teimum.

Ein annar trupulleiki er tann kurdiski herurin. Shiamuslimarnir krevja, at herurin verður avvápnaður, men kurdarnir siga nei.

Sambært AP-tíðindastovuni eru kurdarnir bangnir fyri at lata shiamuslimunum ov stórt vald, tí teir stúra fyri, at shiamuslimarnir fara at trýsta síni mál ígjøgnum, so skjótt forsetaembætið og stjórnin eru mannað.

Ætlanin var, at partarnir skuldu aftur til samráðingarborðið í gjár, men eygleiðarar vænta ikki, at nøkur semja fæst í lag fyrr enn í fyrsta lagi seinast í hesum mánaðinum.