Politiskt spentur ’El Classico’ endaði uttan mál.

Fjepparir vóru ídnari enn leikararnir, tá ið FC Barcelona og Real Madrid spældu 0-0 fyri fyrstu ferð í 17 ár

Politiska støðan í Katalonia setti sín dám á heimsins størsta fótbóltsdyst í kvøld.

Dysturin ímillum FC Barcelona og Real Madrid skuldi upprunaliga spælast fyri tveimum mánaðum síðani, men ófriðurin í Barcelona í oktober flutti ’El Clasico’ dystin til í kvøld.

Í tímunum áðrenn dystin í kvøld vóru eisini mótmælistiltøk í býnum og í økinum við Camp Nou-leikvøllin.

Men hetta forðaði ikki fyri at endiliga fáa spælt kappingarársins fyrsta dyst ímillum arvafíggindarnar, og tað vóru gestirnir, sum løgdu betri fyri í fyrra hálvleiki.

Í mun til vanligu dystirnar ímillum feløgini tóktist Real Madrid at hava betri tamarhald á bóltinum enn heimaliðið, og gestirnir komu eisini til nakrar møguleikar, uttan at av álvara hótta Marc Andre Ter Stegen í FC Barcelona-málinum.

Heimaliðið hótti eisini í støðum, og hevði einar tveir góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, sum endaði 0-0.

Dystarmyndin var hin sama í seinna hálvleiki, sum eftir nøkrum fáum minuttum mátti steðgast vegna mótmæli frá teimum gott 93.000 áskoðarunum. Gulir bóltar í hópatali vóru tveittir inn á vøllin, meðan áskoðarar vístu katalonsku fløggini og aðrar ímyndir. Barcelona-leikararnir vóru ikki eins ídnir og fjeppararnir. Real Madrid stýrdi miðvøllinum, meðan FC Barcelona hótti í støðum. Lionel Messi fekk ein risa møguleika tá ið hann tóktist at renna rætt inn í eitt flatt innlegg úr vinstru, men onkursvegna miseydnaðist honum at treffa bóltin.

So tók Real Madrid yvir aftur, og helt seg hava lagt seg á odda tá ið Ferland Mendy kom afturum verjuna og legði inn til Gareth Bale, sum setti bóltin hart í netið.

Men Mendy hevði akkurát verið rangstaddur, og málið var ikki viðurkent.

Hendinga møguleikar komu fyri í báðum málteigunum, men annaðhvørt vóru áleyparar ikki nóg neyvir ella vóru verjuleikararnir ov neyvir.

Tí endaði ein dystur ímillum FC Barcelona og Real Madrid 0-0 fyri fyrstu ferð í eini 17 ár. Og uttanfyri leikvøllin vundu mótmælini upp á seg