Tað sigur Starvsfelagið í hoyringssvari til Lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
Talan er um tríggjar broytingar, sum landsstýrismaurin í mentamálum, Jenis av Rana, hevur skotið upp:
1) broyting í samanseting av stýrinum
2) broytingar í kringvarpsgjaldinum
3) striking av kærumøguleikanum
Broytingin, skotin verður upp er, at, at teir fýra limirnir, sum landsstýrismaðurin í dag velur eftir tilmæli frá flokkunum á løgtingi, í staðin skulu tilmælast av ymiskum felagsskapum/stovnum. Harafturat skal Kristiligt Lurtarafelag – framhandandi – tilmæla ein lim.
Í aðrar mátar verður valskipanin óbroytt. Sambært § 4, stk. 4 í kringvarpslógini skulu valdu stýrislimirnir sostatt framhaldandi ”samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.” Dyggur kunnleiki merkir í hesum høpi, at viðkomandi hevur útbúgving og/ella drúgvar starvsroyndir innan nevndu øki.
Skrivað stendur í uppskotinum, at endamálið við broytingini er at ”stýrið verður minni tongt at politisku skipanini, t.e. at politiska ávirkanin verður minkað, og tann fólksliga ávirkanin verður styrkt. Hildið verður, at spurnartekn kann setast við, hvussu óheftur stovnurin er av politisku skipanini, tá politisku flokkarnar skulu velja umboð í stýrið.” Í serligu lógarviðmerkingunum stendur, at ”tað skal vera meira breitt og fólksligt”
Starvsfelagið ivast í um tað fer at gera Kringvarpið meira óheft og geva tí betri fólksligt fjølfesti og legitimitet at skifta umboðini, sum politisku flokkarnir á tingi í dag mæla til, út við umboð, sum áhugafelagsskapir og stovnar peika á.
Krigvarpslógin ásetir, at fólkating- og løgtingsfólk kunnu ikki sita í stýrinum. Saman við fakligu førleikakrøvunum, sum eru ásett í § 4, stk. 4 og endamálsorðingini í § 3 um, at Kringvarpið er ein sjálvstøðugur stovnur, óheftur av politisku skipanini, skuldi hetta borga fyri neyðuga óheftninum. Viðmerkjast kann, at verandi skipan av kringsvarpsstýrið er ikki øðrvísi enn t.d. í Danmark, har flokkarinir á Fólkatingi eisini eru við at velja stýrið.
Í uppskotinum hevur landsstýrismaðurin valt fýra felagsskapir, sum hann heldur kunnu vera við at umboða tað fólksliga: Fróðskaparsetrið, Landsfelag Pensjónista, Føroya Ungdómsráð og Ítróttarsamband Føroya. Hví júst hesir felagsskapir eru valdir burturúr, er tað eingin nærri grundgeving fyri ella frágreiðing um. Um endamálið er at umboða fólkið, kundi tað tað sama verið aðrir felagsskapir, sum t.d. Listasamband Føroya, Móðurmálslærarafelagið, Javnstøðunevndin, Megd, føroysku fólkaháskúlarnir ella t.d. feløgini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum tilsamans umboða bróðurpartin av øllum føroyingum.
Vil landsstýrismaðurin broyta skipanina, so at flokkarnir á tingi ikki longur skulu velja umboð, fer Starvsfelagið staðiliga at mæla frá, at hetta verður gjørt við at velja nakrar fáar felagsskapir burturúr, uttan nærri grundgeving. Hetta fer ikki at geva stýrinum størri legitimitet, men kann tvørturímóti geva varhugan av, at valið av stýrislimum er púra tilvildarligt og at tað eru seráhugamál hjá ávísum felagsskapum, ið sleppa at mynda kringsvarpsstýrið.
At velja fýra umboð við tilmæli frá fýra felagsskapum at umboða alt Føroya fólk er í sjálvum sær ein sera trupul uppgáva. Men skulu vit sleppa verandi skipan við tilmæli frá teimum fólkavaldu í Løgtinginum, má tað verða meira viðvíst og tilvitað og við breiðari umboðan, enn lógaruppskotið leggur upp til.
Starvsfelagið heldur, at tað mest umráðandi er, at stýrið verður mannað við fólki, sum hava teir neyðugu fakligu førleikarnar, sum kravdir eru smbrt. § 4, stk. 4 í kringvarpslógini, samanhildið við endamálsorðingina um skyldurnar hjá KvF í § 10 í. Dyggur kunnleiki, viðkomandi fakligar royndir og útbúgving, eiga at verða avgerandi. Fyri at tryggja hesa umboðan, eiga felagsskapir við breiðari umboðan enn teirri, sum er í lógaruppskotinum, at tilmæla stýrislimirnar til tey fýra fakligu økini, sum beinleiðis verða nevnd sum krav til stýrislimirnar í lógini.
Tey tilmæltu kunnu sum rímiligt er ikki hava hollar fakligar royndir á øllum økjunum. Men tað má vera eitt krav, at stýrið tilsamans er mannað við bestu fólkum á øllum postum, sum lógin nevnir, t.e. samfelagsviðurskifti, mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og búskaparviðurskifti.
Við hesum sum útgangsstøði kundi tann breiða og fólksliga umboðnin, sum eisini tryggjar at stýrið fær tað neyðugu fakligu dygdina verið, t.d. verið, at
- Fróðskaparsetrið og felagið fyri samfelagsfrøðingar Samfelagið tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til samfelagsviðurskifti, men eisini til hini økini, serliga fjølmiðar.
- Listasamband Føroya (LISA) og ÍSF tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til mentan, herundir ítrótt, men helst onnur øki eisini, serliga fjølmiðar.
- Feløgini, ið varða av fjølmiðlum og fjølmiðlafólki, t.e. Felagið føroysk Miðlafólk, Starvsfelagið og Blaðútgevarafelag Føroya tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til fjølmiðlar, men helst eisini til hini øki við, serliga fjølmiðar.
- Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Grannskoðarafelagið tilnevna saman 1 lim, sum primert hevur hollan kunnleika til fíggjar- og roknskaparviðurskifti og løgfrøði, men helst til hini øki við, serliga fjølmiðar.
Er ynski um eina enn breiðari umboðan, ið tekur hædd fyri størri aldursamanseting ber til at tilnevna tveir stýrislimir afturat.
- Føroya Ungdómsráð, møguliga saman við Føroya Lærarafelag, tilmælir eitt umboð fyri børn og ung.
- Landsfelag Pensjonista tilmælir eitt umboð fyri tey eldri.
Verður stýrið víðkað eftir hesum uppskotoinum, fer tað at hava 9 limir, sum skuldi borið væl til. Nevnast kann, at í kringvarpsstýrinum fyri NRK sita 8 fólk og í stýrinum fyri DR eru tey 11 fólk.
Umframt at tilmæla 1 nevndarlim, skulu omanfyri nevndu feløg og stovnar eisini tilmæla ein varalim, eins og nevnt er í uppskotinum.
Vit vilja leggja dent á, at omanfyrinevnda er bert eitt uppskot til, hvussu vit kundu tryggja eina breiða fólksliga umboðan viðvíkjandi innstillingini, sum samstundis tryggjar stýrinum viðkomandi fakligu royndirnar.
Lesið alt hoyringsskrivið hjá Starvsfelagnum her