Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Hann tekur frástøðu frá afturvendandi setninginum um at skilja sundur átrúnað og politikk. Og hann metir, at fólkaræði og mannarættindi eru eitt úrslit av kristindóminum.
- Kravið um at skilja sundur átrúnað og politikk er ein tóm og popput frasa, sum endurspeglar vantandi innlit í evnið. Átrúnaður er ein lívsáskoðan, og kravið um at skilja sundur átrúnað og politikk er tað sama sum at skilja sundur lívsáskoðan og politikk, ella moral og politikk. Tað ber snøgt sagt ikki til, tí fyribrigdini hanga saman. Ein og hvør lívsáskoðan hjá einum og hvørjum menniskja fer altíð at vera grundarlagið undir politisku sjónarmiðunum hjá viðkomandi menniskja. Og tí ávirkar mín kristna trúgv sjálvsagt mínar politisku sannføringar.
27 ára gamli stjórnmálafrøðingurin og skrivarin í Stjórnarskipanarnevndini, Rúni Rasmussen, hevur eina greiða støðu, tá undirritaði hittir hann til eitt prát um religión í modernaða samfelagnum og viðurskiftini millum átrúnað og politikk. Eitt tað heitasta og mest aktuella evnið bæði í Føroyum og í heimshøpi.
Láturlig sundurskiljing
Rúni Rasmussen er trúgvandi kristin og virkin í hvítusunnusamkomuni Filadelfia í Havn. Hann hevur fylgt væl við kjakinum um støðu teirra samkyndu, og hann hómar eisini ta uppgerð, sum prutlar undir lokinum. Ein uppgerð millum tað, hann kallar “verðsligar humanistar” øðrumegin og “gudsóttandi/evangelisk” hinumegin. Og lítil ivi er um, hvar Rúni hoyrir heima.
- Sjálvur standi eg á einum kristnum grundvølli. Eisini tá tað kemur til politiska støðutakan. Og tann rættin skal eingin taka frá mær, hóast tað dúgliga verður kravt av kristnum politikarum at leggja sína lívsáskoðan eftir heima við hús, tá teir fara í arbeiðsklæðini. Verðsligu humanistarnir tykjast hava gloymt, at eisini teir byggja sín politikk á eina ella aðra lívsáskoðan. Øll hava eitt lívsgrundarlag, andaligt ella verðsligt, og politikkur tekur útgangsstøði í hesum grundarlagi. Tí er tað burturvið at finnast at trúgvandi politikarum, sum opið byggja teirra politikk á eitt kristið grundarlag, sigur Rúni Rasmussen.
Hann metir, at vaksandi illviljin mótvegis átrúnaðarligum innihaldi í politikki er ein vandi fyri fólkaræðið. Ein skerjing fyri føroyskt andsfrælsi.
- Kravið um at reinsa politiska rúmið fyri átrúnaðarligum innihaldi er láturligt. Tað er at bannlýsa ávís virðir ella krevja, at politiska skipanin skal reinsast fyri øllum virðum yvirhøvur. Eisini humanistiskum virðum. Tað ber snøgt sagt ikki til. Tí politikkur byggir á ymisk virðir. Okkara lóggáva endurspeglar okkara moralsku fatan. Og tí kann eingin banna einstøkum virðum í politiska rúminum, hvørki verðsligum ella andaligum, slær Rúni fast.
- Men harvið er ikki sagt, at ávísir politikarar ikki kundu dugað betri at lata ein kristnan boðskap í ein meiri gerandisligan og politiskan ham, sigur Rúni.
Staturin er
ongantíð neutralur
Men kann Rúni ikki viðurkenna, at politikkur og átrúnaður eru tvær ymiskar dimensiónir í tilveruni? At talan er um tvey øki við hvør síni uppgávu? At politikkur er eitt alment fyribrigdi, sum viðvíkur statsskipan og lóggávu, meðan trúgvin viðvíkur tí privata og persónliga? Og at vit tí eiga at skilja fyribrigdini sundur? Bæði ja og nei.
- Politikkur og átrúnaður er sjálvsagt ikki tað sama. Men tey eru í familju. Tí um eg havi eina kristna heimsmynd, fer hon altíð at ávirka míni politisku sjónarmið. Kristindómurin er í síni náttúru almennur og opin, og tí kann hann ikki bert virka í tí privata. Tín sundurskiljing er bert partvís røtt, sigur Rúni.
Upprunin til vesturlendska nationalstatin hevur lutvíst sín uppruna í westphalska friðinum í 1648, tá evropeiskir myndugleikar – eftir religiónskríggj í ártíggjur – valdu at skilja sundur religión og politikk. Og vísandi til henda upprunan er idealið hjá ávísum vesturlendskum statsleiðarum í dag, at staturin bert skal vera ein neutralur karmur, sum ikki byggir á aðrar meginreglur enn fólkaræði og rættartrygd. Og sum er reinsaður fyri átrúnaðarligum innihaldi. Franska republikkin er helst besta dømi um eina sekulera statsskipan burturav. Men danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen hevur eisini gjørt seg til talsmann fyri somu sjónarmiðum. Kann Rúni ikki góðtaka ein neutralan stat uttan átrúnaðarliga uppíblandan?
- Staturin er ongantíð neutralur. Tí tann dagin, tá eitt lógaruppskot um fosturtøku ella aktiva deyðshjálp skal avgreiðast, verður staturin tvingaður til at taka eina støðu og velja, hvørji virðir hann byggir á. Staturin er altíð kjølfestur í ávísum virðum, tað verði seg andaligum ella verðsligum. Og tí er hugmyndin um tann neutrala statin ein myta, sigur Rúni Rasmussen.
Men hvussu kunnu vit hava ein felagsnevnara, sum øll ikki taka undir við? Hvussu kann eitt land hvíla á einum átrúnaðarligum grundarlagi, sum allir borgarar ikki kenna seg aftur í? Er tað ikki diskriminatión?
- Tá staturin ikki er neutralur, vil onkur altíð kenna seg fremmandagjørdan. Tað hevði eg eisini gjørt, um mítt land ikki viðurkendi kristindómin. Og tey, sum ynskja at liva í einum meiri verðsligum samfelagi, mugu bert finna seg í, at kristindómurin søguliga hevur havt týdning í Føroyum, greiðir Rúni frá.
Við øðrum orðum er kristiliga innihaldið tjóðsanginum, kristindómsundirvísingin í fólkaskúlanum, krossurin í flagginum og halgidagslóggávan náttúrligur partur av føroyska samfelagnum.
Trúgvin slóðaði
fyri frambrotum
Fyri Rúna er fólkaræðisliga samfelagsskipan okkara eitt úrslit av – og ikki ein andsøgn til – tann týdning, kristindómurin hevur havt í vesturheiminum. Men skal kristindómurin fáa æruna fyri tey søguligu frambrotini, sum slóðaðu fyri modernaða samfelagnum? Skal kristni arvurin fáa heiðurin fyri kjarnuhugtøk sum fólkaræði, rættartrygd, mannarættindi og vælferðarstatur? Summir søgufrøðingar, heimspekingar og hugmyndafrøðingar siga ja. Men aðrir vísa til Upplýsingartíðina, uppgerð tess móti religiøsum myndugleikum og humanistiska religiónskritikkin, sum gjørdist sjónligur í 1800-talinum. Hava hesi rák ikki eins stóran leiklut í vesturlendskari sivilisatiónsmenning?
- Hesi rák vuksu eisini fram í kristna heiminum. Og kristna trúgvin hevur als ikki staðið í andsøgn til ófatiligu menningina í vesturheiminum. Tvørturímóti. Ein stórur partur av teimum hugsarum og vísindamonnum, sum løgdu lunnar undir modernaða samfelagið, trúðu á Gud. Dømi um hetta eru Kepler, Newton, Pascal og Locke. Trúgvin var ein drívmegi hjá hesum monnum, sigur Rúni.
Fyri Rúna Rasmussen er Bíblian ein íblástrarkelda í øllum lívsins viðurskiftum. Eisini á politiska økinum. Og sjálvur vil hann varðveita henda rætt. Sambært Rúna er Bíblian á tremur tremur við andaligum og praktiskum meginreglum, sum sambært honum eru sunnar og gagnligar fyri eitt og hvørt samfelag. Eisini fyri føroyska samfelagið. Og hesa sannføring vil Rúni stríðast fyri.
Fakta:
Rúni Rasmussen
27 ár
Gjørdist stjórnmálafrøðingur í 2006
Skrivari í Stjórnarskipanarnevndini síðani 2005
Hevur givið út bóklingin “Hvar stendur tað?” í 2003, “Hellenistisk ávirkan í nýggjatestamentliga heiminum” í 2006. Hevur skrivað greinar um politisk og søgulig viðurskifti í t.d. Tinghelluni og Føroyskum Lógarriti.
»Religión og modernitetur«
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna og politiska rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Heini í Skorini fer komandi vikurnar at kasta ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum.