- Mannagongdin, sum vit arbeiða eftir, er alt ov stirvin. Úrslitið av er, at alt ov nógvir bilførarar, sum koyra við kenning, sleppa undan at vera tiknir.
Tað heldur Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur.
Hann sigur, at tað er óhugsandi, at løgreglan nakrantíð fær steðgað allari rúsdrekkakoyring.
- Men hevði løgreglan havt betri amboð, kundu vit uttan iva nógv fleiri verðið tiknir, heldur hann.
Tá ið bilførarar verða steðgaðir og alkoholmátarin vísir, at teir hava drukkið, er tað neyðugt at útvega lækna til at taka blóðroynd, sum skal brúkast sum prógv í rættinum.
- Hetta er ein mannagongd, sum er rættiliga tíðarkrevjandi. Serliga tá ið vit eru staddir á bygd, kann tað vera langt til lækna.
- Tað er ongin ivi um, at nógvir rúsdrekkakoyrarar sleppa undan at vera tiknir ímeðan vit royna at fáa blóðroyndina av einum einstøkum bilførara.
Betri útgerð
Jón Klein Olsen sigur, at tískil kundi løgreglan hugsað sær, at mannagongdirnar verða gjørdar smidligari fyri at gera arbeiðið nógv effektivari.
Hann hevur eisini eitt uppskot, hvussu arbeiðið hjá løgregluni kann gerast effektivari á hesum øki.
Í Svøríki hevur løgreglan fingið rúsdrekkamátarar, sum eru so álítandi, at mátingarnar kunnu brúkast sum prógv í rættinum.
Slíka útgerð ynskir løgreglan í Føroyum sær eisini.
- Við slíkari útgerð verður kanningararbeiðið munandi effektivari, tí vit skulu brúka nógv minni orku, hvørja ferð, vit taka ein fullan bilførara.
Sum støðan er nú, skulu vit leita eftir lækna at fáa eina blóðroynd. Høvdu vit havt svensku prógv-alkometrini høvdu vit á staðnum kunnað tikið bæði lyklar og koyrikort frá einum ávirkaðum bilførarar, tí mátingarnar eru so álítandi, at tær halda sum prógv í rættinum.
Men um løgreglan fær slíka útgerð, er ein politiskur spurningur, tí so skal peningur játtast til endamálið.
Kunnu ikki fongsla
Annars heldur Jón Klein Olsen, at lógin átti eisini at verðið broytt, at løgreglan fekk størri heimildir at varðhaldsfongslað fólk.
Í Danmark varð lógin broytt nakað síðani, so at tað ber til hjá donsku løgregluni at varðhaldsfongslað fólk, sum bera seg grovt ábyrgdarleyst at í ferðsluni.
- Fólk, sum í fyllskapi ella av øðrum, grovum skilaloysi, hava elvt til deyðsvanlukkur í ferðsluni kunnu varðhaldsfongslast í Danmark og har verða tey sitandi, til tey hava fingið dóm.
- Men tann møguleikan hevur løgreglan í Føroyum ikki, tí her er lógin ikki broytt. Sostatt verða slík fólk leyslatin í Føroyum og hetta er at ganga rættarkensluni hjá nógvum fólki ógvuliga nær, tí tað kann vera torført at skilja, at slík fólk ikki verða sett føst. Men orsøkin er, at vit rætt og slætt ikki hava lógarheimild at varðhaldsfongsla tey, sigur varapolitikommiserurin.
Men eisini tað er ein politiskur spurningur, sum løgtingið má taka støðu til, tí tað skal lógarbroyting til, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Føroyingar koyra skít sum ongantíð fyrr.