Orsøkin til seinkingina er, at nýggja spælimaskinan skal kunna spæla nýggja DVD formatið, Blu-ray Disc, men enn er ikki endaliga avgreitt hvussu Blu-ray disc fer at verða.
PlayStation 3 fer væntandi eins og X-Box og aðrar spælimaskinur at verða seld við undirskotið. Kostnaður at framleiða Playstation 3 verður fyrsta árið yvir 6000 kr fyri hvørja maskinu, men mett verður ikki, at tær kunnu kostað meira enn 3000-4000 kr í handlunum. Tað er tað serliga Cell kippið, ið ger maskinurnar so dýrar. Hetta kipp er sambært Sony ein supertelda pakkað niður í eitt lítið kipp. Leysasøgurnar um seinkingina hava fingið partabrøvini í Sony at fara niður í virði.