Skúlaárið 2007/2008 verða á leið 50 lærarastørv lýst leys, harav 10-15 størv orsakað av PISA-átøkum Broytingarnar, sum nú verða gjørdar í fólkaskúlalógini, fara at hava við sær, at á leið 25-30 nýskipað lærarastørv skulu setast, tá allar tímahækkingarnar eru settar í verk. Tað skrivar Lærarafelagið á heimasíðu sínari.
Mánadagin samtykti løgtingið nógvar umfatandi broytingar í fólkaskúlalógini. Ein týðandi broyting verður, at byrjanarundirvísingin verður styrkt við fleiri tímum. 1. flokkur fær tríggjar tímar aftrat, 2. flokkur somuleiðis tríggjar tímar og 3. flokkur tveir tímar afturat.
Skúlaárið 2007/08 verða á leið 50 lærarastørv lýst leys, harav 10-15 størv eru orsakað av PISA-átøkum. Olaus Jespersen, deildarstjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, sigur sambært heimasíðuni hjá Lærarafelagnum, at tey ikki rokna við, at øll lærarastørvini kunnu verða sett við útbúnum lærarum 1. august í ár, men meginparturin.
Lærarastørvini, sum verða sett 1. august í ár í sambandi við PISA-átøkini, kosta 2,2 milliónir krónur í verandi fíggjarári, skúlaárini 2008/2009 og 2009/2010 kosta hesir tímar ávikavist 7,5 mió. og 10,6 mió. krónur, upplýsir Olaus Jespersen.