Petur Knudsen spældi sín seinasta kappingardyst fyri danska superligafelagið, Lyngby 22. apríl í 2022.
Ígjár var Petur loksins við aftur í hópinum hjá Lyngby, men fekk tó ikki spælitíð, tá Lyngby vann ein flottan 1-0 heimasigur á Brøndby í dysti í donsku superliguni.
Áðrenn drúgvu skaðafráveruna megnaði Petur at skjóta seks mál í 24 dystum fyri Lyngby.
Lyngby er aftast í superliguni við 12 stigum.