PET-kanningin eisini umfata føroysk viðurskifti

Tað vil Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um landsstýrið ætlar at taka nøkur stig í so máta

Ólavur í Beiti


Fyrispurningurin hjá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum, er bert hesin eini setningurin, um Føroya Landsstýri ætlar at taka stig til, at kanningin av virkseminum hjá PET eisini skal fevna um føroysk viðurskifti.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sum hann setti hósdagin, sigur Jóannes Eidesgaard, at danski løgmálaráðharrin legði 28. oktober 1998 fram lógaruppskot, sum skuldi vera grundarlag fyri eini kanning av virkseminum hjá PET (Politiets Efterretningstjeneste) á politiska økinum síðan 1968.

Og víðari sigur Jóannes Eidesgaard, at 30. september 1968 kom danska stjórnin við eini fráboðan um, at skráseting av donskum ríkisborgarum ikki skuldi fara fram orsakað av politiskum virksemi. Síðan er m.a. komið undan kavi, at PET í desember 1968 hevur skrásett limir hjá DKP og VS, og at henda skráseting helt áfram til august 1974.

? Eisini hevur verið ivi um, hvussu upplýsingar hjá PET hava verið goymdar serliga í tíðarskeiðinum frá 1968 til 1985. Málið fekk fyrstu viðgerð 12. november 1998 og varð síðan beint í rættarnevndina. Sum skilst, hava grønlendingar sett ynski fram um, at kanningin eisini skal fevna um grønlendsk viðurskifti.

? Føroya Landsstýri hevur enn ikki alment latið við seg koma, og tískil verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd fyri lógarmálum, sigur Jóannes Eidesgaard í fyrispurninginum.