Danin, Peter Madsen, sum situr fongslaður, dømdur fyri at hava dripið svenska journalistin, Kim Wall í 2017, hevur slept sakarmálinum móti kriminalforsorgini í Danmark og Storstrøm-fongslinum, har hann situr.
Tað upplýsir advokaturin hjá honum, Tobias Stadarfeld, yvirfyri danska Ekstrablaðnum.
Tað var í kavbáti sínum, at danin beindi fyri tíðindakvinnuni, sum skuldi skriva um ein kavbátatúr saman við kavbátabyggjaranum.
Men, Peter Madsen varð ikki bara dømdur fyri drápið. Hann varð eisini dømdur fyri neyðtøku og skamfaring av líkinum av Kim Wall. Í rættinum viðgekk hann ikki illgerðina, men seinni hevur hann viðgingið drápið.
Drápsdømdi hevur saksøkt fongslið, tí hann heldur, at tey fremja brot á Evropeiska Mannarættindasáttmálan, tá honum verður sýtt vitjan, brævasamskifti og telefonsamrøður.
Rætturin var ikki samdur í, at rættindini hjá drápsdømda verða brotin, og hann hevur eisini stevnt donsku kriminalforsorgini.
##med2##
Í 2020 rýmdi Peter Madsen úr fongslinum, men honum eydnaðist bara at vera leysur í fimm minuttir, áðrenn hann varð handtikin aftur. Eftir hetta boðaði kriminalforsorgin frá, at tey fóru at krevja eitt nógv hægri trygdarstig kring drápsmannin.
Rætturin hevur gjørt av, at Peter Madsen kann fáa brøv, vitjanir og kann sleppa at tosa í telefon við ein ávísan persón.
Nú sigur advokaturin hjá honum, Tobias Stadarfeld, at Peter Madsen hevur slept málinum móti kriminalforsorgini og Storstrøm-fongslinum, tí hann stúrir fyri at missa tey rættindini aftur, sum hann hevur.
- Vit hava vunnið nakað, og tað er avgerandi. Vit tora ikki at váða, at Peter Madsen møguliga kann missa tey rættindi aftur, sum hann nú hevur, sigur Tobias Stadarfeld við Ekstrablaðið.
##med3##













