Nógv bendir á, at higartil hevur sambandið millum pedagogiska økið og brúkarar bygt á álit. Hóast flestu foreldur eitt nú avhenda síni børni á ansingarstovni hvønn morgun, hava tey onga trygd fyri, at góðskan í virkseminum á stovninum er í lagi. Higartil hava nevniliga ongi krøv verið sett frá mynduleikum um, at pedagogar skulu kunna skjalprógva sítt arbeiði, og pedagogútbúgvingin tryggjar ikki, at pedagogar fáa førleikan at átaka sær hesa uppgávu.
Men nú skal vend koma í. Í londunum rundan um okkum vaksa krøvini til pedagogiska økið um góðskumeting og skjalprógvan alsamt, og eyðsæð er tað bara ein spurningur um tíð, til somu krøv verða sett í Føroyum, sigur Jarvin F. Hansen formaður í Føroya Pedagogfelag.
Til at kunna um, hvør støðan er á økinum í løtuni aðrastaðani, hevur Pedagogfelagið fingið Mogens Seider, fyrrverandi formann í Socialpedagogernes Landsforbund, at halda fyrilestur um evnið: Góðska og skjalprógvan í pedagogiskum arbeiðið til gagn fyri hvønn?. Í kvøld verður høvi at hoyra fyrilesturin í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Peningur má fylgja við
Sum útgangsstøði er Mogens Seider púra samdur í, at politikarar og borgarar skulu kunna krevja góðskutrygd av pedagogiskum arbeiði. Men áðrenn pedagogar leypa á leistum at skjalprógva sítt arbeiði, eiga teir at seta eina røð av kritiskum spurningum til, hvørji krøv verða sett, hvør setur tey og hví.
- Sum er, koma krøvini úr erva frá politikararum og kommunalum mynduleikum við lítlum ella ongum innliti í pedagogiska fakið. Mín ræðumynd er, at um ikki fakligheitin verður tikin við í hesar avgerðir, fáa vit okkurt liðugt amerikanskt modell smoygt yvir høvdið, áðrenn vit vita av, sigur Mogens Seider.
Sum støðan er í løtuni, loyvir hann sær eisini at ivast í, hvørjum orsøkum nýggju krøvini botna í. Pedagogar vilja heldur enn fegnir verða við til at skjalprógva og um neyðugt betra góðskuna í teirra arbeiði. Og ongantíð betur, um tað eisini er tað, politikarar vilja. Men beint nú bendir onki á, at pengar koma at fylgja við øktu krøvunum, og tí fer man at ivast í, hvat endamálið við teimum í grundini er, sigur Mogens Seider.
- Um hesi krøvini skulu uppfyllast, má meir arbeiðsorka inn á stovnarnar sum eitt tað fyrsta. Um ikki, fáa vit eina støðu, har pedagogar á eitt nú barnaansingarstovnum brúka tíðina at kýta seg at skjalprógva sítt arbeiði, meðan ongin er at ansa børnunum. Fyri tað næsta mugu vit tryggja okkum at starvsfólkini hava fakligan førleika at átaka sær uppgávuna. Og tað hava tey ikki, sum er, tí tað ikki er partur av útbúgvingini, og tí tey heldur ikki í nóg stóran mun fáa tilboð um eftirútbúgving, sigur Mogens.
Jarvin F. Hansen, formaður í Føroya Pedagogfelag, vísir á, at her heima er støðan á leið tann sama. Tí hóast politiska skipanin fyri fleiri árum síðani setti krav um, at í minsta lagi tveir triðingar av størvunum á ansingarstovnum skuldu røkjast av fakfólki, er tað framvegis bert ein brotpartur, ið hevur røttu útbúgvingina.
Hví góðskumeta?
Ein annar spurningur, sum stingur seg upp, er hvussu góðskan á pedagogiskum arbeiði skal mátast, tí veruleikin er, at tað sjáldan ber til at máta hesi úrslit á ein eintýðugan hátt.
- Gamaní ber tað til at skjalprógva, um lítli Petur nú dugir at binda lissur ella spælir betri við onnur børn. Men stórsti partur av okkara arbeiði snýr seg um at skapa sambond millum menniskju, og hvussu máta vit slíkt?, spyr Mogens, sum eisini eftirlýsir størri áhuga fyri pedagogiska økinum innan eitt nú gransking.
Mogens sigur, at ongin ivi er um, at pedagogar fegnir vilja verða við til at endurskoða og endurnýggja teirra arbeiðsøki. Tað ikki er nøkur loyna, at fyri tey flestu tykist pedagogiska yrki rættiliga diffust. Og tað er heldur ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at eitt nú tað at ansa børnum, dugir ein og hvør. Virðingin fyri fakinum er við øðrum orðum ofta heldur ivasom, ásannar Mogens Seider, og tað hevur sínar orsøkir. Ein av teimum er, at pedagogar ikki hava verið nóg dugnaligir til at greiða frá sínum fakøki, tí tað hevur skipanin higartil ikki lagt upp til ella megna at skapa karmar fyri.
- Eg eri onga løtu í iva um, at tað er góðskumeting sum skal til, fyri at økja um virðingina fyri fakinum. Og í so máta eru vit fús at fara til verka. Men vit mugu samstundis kunna krevja at fáa at vita, hvat úrslitini skulu brúkast til. Inn til mynduleikarnir prógva tað øvuta, hava vit tíverri ov nógvar orsøkir til at halda, at góðskumetingin skal rættvísgera enn fleiri sparingar á økinum, sigur Mogens Seider.