Paul Scholes gerst yrkisspælari aftur

41 ára gamla Manchester United legendan fer nú at spæla fótbólt í India

Aftaná Ryan Giggs er Paul Scholes tann mest vinnandi spælarin í søguni hjá enska stórfelagnum, Manchester United.

 

Paul Scholes gavst at spæla á hægsta stigi í 2013, tá Manchester United vann sítt higartil seinasta meistaraheiti í Premier League. Men nú fer 41 ára gamli Paul Scholes aftur at spæla yrkisfótbólt, og tað verður í India.

 

Tað verður tó ikki "vanligur" fótbóltur Paul Scholes fer at spæla. Paul Scholes verður partur av nýstovnaðu futsal-liguni í India, sum nevnist Indian Premier Futsal League. Portugisiska fótbóltslegendan, Luis Figo er forseti í Premier Futsal League í India, og millum aðrar legendur, sum skulu taka lut í Indian Premier Futsal League er Deco, sum á sinni vann Champions League við bæði FC Porto og við FC Barcelona. 

 

Premier Futsal League fer at verða avgreidd í átta ymiskum, indiskum býum. Ætlanin er, at nýggja futsal-ligan skal tiltrekkja kendar fótbóltslegendir frá nógvum ymiskum londum. Brasilski Falcao, sum verður roknaður at verða heimsins besti futsal-spælari hevur eisini skrivað undir sáttmála við nýggju futsal-liguna í India.